Fótbóltur

Brentford fekk eina dreymabyrjan í Premier League

Fyrsti dysturin í fremstu ensku deildini í í nýggja kappingarárinum endaði við, at uppflytararnir óvæntað vunnu London-uppgerðina móti Arsenal við einum máli í hvør sínum hálvleiki.

Christian Nørgaard hevur her skorað til 2-0

Christian Nørgaard hevur her skorað til 2-0

2021-08-13 23:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Premier League 2021/2022 varð í kvøld skotið í gongd við einum braki. Umleið 16.500 áskoðarar vóru til staðar á Brentford Community Stadium, tá Brentford F.C. á fyrsta sinni spældi ein Premier League-dyst. Talan var um London-uppgerð, har Arsenal var favorittur.

Leikvøllurin varð tikin í nýtslu í fjør, men hetta var nakað serligt: Premier League-fótbóltur, grannauppgerð, fullsett og tvey mál til heimaliðið. Tað fyrra skoraði kviki spanski vongurin Sergi Canós. 24-ára gamli Canós hevur verið í ungdómsdeildunum hjá FC Barcelona og Liverpool, men hevur spælt fyri Brentford í samanlagt fýra og eitt hálvt ár, og miðskeiðis í hálvleikinum skrivaði hann søgu, tá hann trekti inn úr vinstru og smekkaði til. 

Arsenal royndi at svara aftur, og Mikel Arteta setti í 2. hálvleiki Bukayo Saka á vøllin. 19-ára gamli Saka brendi brotssparkið, sum gjørdist tað avgerandi í EM-finaluni á Wembley fyri einum mánaði síðani, men hann fekk standandi lógvbrestir frá teimum flestu, tá hann kom á vøllin í kvøld. Saka gjørdi eisini mun fyri Arsenal, ið trýsti væl eina løtu í 2. hálvleiki og sum heild hevð yvirvágina, men tað var ístaðin Brentford, ið fekk mál.

Júst innskifti danin Mads Bech Sørensen kastaði langt innkast inn úr vinstru, ið Arsneal-verjan als ikki fekk handfarið, og so kundi ein annar dani, landsliðsleikarin Christian Nørgaard, stútað bóltin í málið til 2-0 til stóran fagnað.

Hetta gjørdist endaliga úrslitið, og harvið gjørdist tað av álvara eitt søguligt og minniligt kvøld fyri Brentford. Hinvegin var talan um stórt Arsenal, ið tó spældi uttan skøddu Aubameyang, Lacazette, Gabriel og Partey.

Premier League 2021/2022 1. umfar
Fríggjakvøldið 13.08
Brentford - Arsneal 2-0 (1-0)
22' Sergi Canós 1-0
73' Christian Nørgaard 2-0

Í morgin - leygardagin 14.08
12.30: Manchester United - Leeds

15.00: Burnley - Brighton
          Chelsea - Crystal Palace 
          Everton - Southampton
          Leicester - Wolves 
          Watford - Aston Villa

17.30: Norwich - Liverpool


Sunnudagin 15.08
14.00 Newcastle - West Ham
16.30 Tottenham - Manchester City

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder