Fótbóltur

Bretsku myndugleikarnir fara hart eftir Abramovich og Chelsea

Sum støðan er í løtuni, kann russiski eigarin ikki selja felagið, ið ikki sleppur at gera nýggjar sáttmálar, keypa ella selja leikarar ella selja atgongumerki og fjepparalutir. Chelsra hevur tó í fyrstu syftu fingið serloyvi at yvirhøvur halda fram við sínum virksemi.

2022-03-10 20:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað at eigarin hjá Chelsea er russari, og hevur havt tætt tilknýti til hægstu russisku myndugleikarnir, rakar nú London-felagið.

Fyrr í dag varð kunngjørt, at bretska stjórnin hevur fryst ognirnar hjá Roman Abramovich og bannað honum at gera avtalur við fólk og feløg í Stórabretlandi og um ognir í Stórabretlandi.

Hetta viðførir millum annað, at 55-ára gamli russisiki ríkmaðurin kortini ikki kann selja Chelsea, ið hann annars var í gongd við orskaða av spentu støðuni - í hvussu er ikki fyribils.

Bretskir miðlar skriva, at hetta eisini gongur hart útyvir virksemi hjá felagnum, ið Abramovich hevur átt í 19 ár: 

Chelsea sleppur ikki at gera nýggjar sáttmálar við leikarar, keypa ella selja leikarar ella selja atgongumerki og fjepparalutir beinleiðis. Tað eru bert tey, ið hava "árshald" (season tickets) ið sleppa til dyst á Stamford Brige fyribils, og leikarablusir o.a. kunnu bert seljast gjøgnum ein triðja part.

Chelsea hevur í fyrstu syftu fingið serloyvi at halda fram við nøkrum virksemi yvirhøvur - sum tað at spæla dystir - men støðan er heilt serlig og spent, og eftir vikuskifti skulu nýggjar samráðingar í gongd við mynguleikarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder