Annað

Bridgelandsliðið við í altjóða kapping

18 lond eru við í kappingini.

Bridgelandsliðið: Magni Jøkladal, liðskipari, Árni M. Dam, Bogi Simonsen, Símun Lassaberg, Arne Mikkelsen og P. O. Sundelin, venjari.

Bridgelandsliðið: Magni Jøkladal, liðskipari, Árni M. Dam, Bogi Simonsen, Símun Lassaberg, Arne Mikkelsen og P. O. Sundelin, venjari.

2018-10-25 07:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bridgelandsliðið skal hósdagin spæla fyrstu dystirnar í kappingini millum smáar bridgetjóðir í Evropa.

Á landsliðnum eru Símun Lassaberg, Árni M. Dam, Bogi Simonsen og Arne Mikkelsen. Magni Jøkladal er liðskipari, og Per Olof Sundelin úr Svøríki er venjari.
Kappingin er millum smáar bridgetjóðir, sum eru tjóðir í Evropa, ið hava fáment bridgesambond við fáum spælarum.

Í alt eru 18 lond við i kappingini, sum verður spæld í Budapest frá hósdegnum 25. oktober til leygardagin 27. oktober. Føroyar hava áður verið við til EM og NM, men ikki til hesa kapping, sum ikki er eins sterk og hinar báðar.


Til ber at finna leinki til kappingna á www.bridge.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder