
Hóast tað var eitt nýtt føroyskt U21-landslið, sum í kvøld fór á vøllin í Klaksvík, so kennast nógvir spælarar væl - millum annað frá feløgunum og hinum ungdómslandsliðunum.
Tveir á vøllinum kennast serliga væl, tí teir eru brøður.
Tað eru næstan júst tvey ár millum Hans Jákup Arngrímsson og yngra beiggjan Inga Arngrímsson. Málverjin og miðverjin hava javnan spælt saman, og í kvøld var heilt serstakt.
Undan dystinum høvdu teir ikki roynt seg á U21-landsliðnum áður. Í sigrinum á Estlandi spældu báðir 90 minuttir.
- Foreldrini eru ótrúliga errin, staðfestir Ingi Arngrímsson, sum í ár hevur spælt nógv í miðverjuni á besta liðnum hjá Víkingi og í kvøld var stinnur.
Høgi gøtumaðurin er yngri enn málverjin, sum er eykamálverji hjá Víkingi og annars spælir fast í 1. deild.
- Ingi var í roynd, júst tann dagin sum úttøkan var. Tað var stórt at fáa at vita, at vít vóru við.
Brøðurnir staðfesta, at Føroyar veruliga fingu blóð uppá tonnina eftir 1-1 málið móti Estlandi, og at avtalur annars vórðu hildnar væl. Nú ræður tað at byggja víðari á hetta, sigur Hans Jákup eftir søta sigurin.
Tað man vera ógvuliga sjálvdan, at tveir beiggjar fáa sín fyrsta U21-landsdyst saman. Hoyr prátið við teir báðar ovast.
Sí eisini: Málskjúttarnir eru mikið fegnir
---------------------------------------------------
---------------------------------------------------
U21 undankapping til EM 2027, 1. umfar
Við Djúpumýru, leygardagin 7. juni
Føroyar - Estland 2-1 (0-0)
51' Rommi Siht 0-1
72' Jóhan Josephsen 1-1
90 (+2)' Áki Samuelsen, br. (Aron Benjaminsen) 2-1
Føroyar (4-5-1): Hans Jákup Arngrímsson - Bjarti Thorleifsson (74' Aron Benjaminsen), Ingi Arngrímsson, Jákup Norðoy Vilhelmsen, Virgar Jónsson - Dávid Biskopstø Andreasen, Mattias Hellisdal, Árni Nóa Atlason - Hanus Højgaard, Jóhan Josephsen, Áki Samuelsen (L)
Høvuðsvenjari: Ólavur Mikkelsen
Les um dystin her: Føroyar vendu dystinum á frálíkan hátt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald