Fótbóltur

Brøndby-miðil: - HB er eitt sera taktiskt sterkt lið

Nanna Møller Karlsen, redaktørur á Brøndby-miðlinum 3.point.dk, hevur rósandi orð til HB, nú returdysturin millum Brøndby og HB verður spældur í kvøld á Brøndby Stadion.

Mynd frá seinastu venjingini hjá HB á Brøndby Stadion. (Mynd: HB)

Mynd frá seinastu venjingini hjá HB á Brøndby Stadion. (Mynd: HB)

2025-07-31 16:28 Author image
Áron Vest
placeholder

Undan fyrra dystinum vitstu tey í Brøndby miðlinum, 3.point.dk, ikki reiðiliga hvat tey skuldu vænta av HB. Ikki annað enn tað, at væntað var at HB fór at standa tætt og gera teirra fyri, at rúmini í spælinum hjá Brøndby skuldu gerast smá, soleiðis at forðað varð fyri framgongd í spælinum. Tað var júst hetta, sum gjørdi, at HB megnaði at stjala tvey stig frá danska stórfelagnum. 

Les eisini: Stórt trýst á Brøndby: Tosa nú um deildarspæl

Undan og eftir fyrra dystin millum HB og Brøndby, hava vit samskift við Brøndby-miðilin, sum hevur fleiri fólk í starvi, har teirra uppgáva burturav er at dekka alt í og rundanum danska stórfelagið. 

- Ein stór styrki í vanligum dystarstøðum
Tá vit hittust við part av redaktiónini hjá 3point.dk, vóru tey á einum máli um, at spælið hjá HB var merkt av varsemi. Hóast hetta, so heldur redaktørurin á 3.point.dk, Nanna Møller Karlsen, at styrkin hjá HB er í vanligu dystarstøðunum, so sum í longum innkastum. 

- Serliga sóu vit, at tað var í vanligum dystarstøðum, at HB hótti Brøndby. At tað var í longu innkastum, at Brøndby skuldi kenna mest trýst, var ikki heilt væntað. Eg eri eisini ovfarin av, hvussu høgt trýstið frá HB var, millum annað tá Brøndby skuldi taka málspark, sigur Nanna við Portalin. 

Tað var eygsæð, at HB tordi at geva danska stórfelagnum skarpan gang. Ofta verður sagt í fjepparaumhvørvum í Føroyum, at føroysk lið bara halda seg aftur og spæla við kolossalum varsemi, men soleiðis var ikki á Tórsvølli í síðstu viku. 

- Brøndby hevur betri einstaklingar
Prátið fall skjótt á einstaklingarnir. Her heldur Nanna, at HB hevur stórar dygdir, men frá spælara til spælara, stendur Brøndby longri frammi. 

- Brøndby hevur betri einstaklingar, so tað snýr seg í stóran mun um at flyta seg skjótt og nógv. Fyri at tað skal eydnast Brøndby at vinna á einum so taktiskt sterkum liði sum HB, so má Brøndby fáa HB at renna nógv, heldur redaktørurin á 3point.dk. 

Nanna Møller Karlsen leggur afturat, at Brøndby leikarar sum Clement Bischoff, eru serdeilis vandamiklir. Um Brøndby, í síðuskiftunum fær isolerað Clement Bischoff í nærdysti við ein HB-leikara, so kunnu ting henda, leggur hon afturat. 

Á pappírinum er Brøndby eitt betri lið, men føroyska mótstøðan í HB skal ikki undirmetast. Tað kann tykjast sum ein tendensur, at útlensk lið, sum møta føroyskari mótstøðu, hava hug at undirmeta hvør mótstøðan kann vera. 

- Brøndby skal fáa HB at renna nógv og hava meir neyvleika og klárleika í spælskipanini. Men HB skal ikki undirmetast, tí teir eru sum sagt taktiskt sera sterkir, sigur redaktørurin á 3point.dk, Nanna Møller Karlsen, við Portalin at enda.

UEFA Europa Conference League
Í kvøld, hósdagin 31. juli

18.30: Brøndby - HB (1-1)
Stroyming: Bold + ella Disney + (Við haldi ella gjaldi)



 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder