Fótbóltur

Brøndby vitjar í Gundadali 24. juli

Lutakast hevur verið til annað umfar í Conference League. Um KÍ og NSÍ spæla seg víðari, skulu tey til ávikavist Serbia og Bulgaria.

Mattias Kvistgaarden og hinir í Brøndby IF skulu spæla móti HB á Tórsvølli 24. juli (Mynd: EPA)

Mattias Kvistgaarden og hinir í Brøndby IF skulu spæla móti HB á Tórsvølli 24. juli (Mynd: EPA)

2025-06-18 17:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinnapartin var lutakast til annað umfar av triðovastu evropeisku fótbóltskappingini fyri feløg, Conference League.

Sum steypavinnari kemur HB beinleiðis í annað umfar í hesi kappingini, og HB fær forkunnuga mótstøðu.

Tí HB trekti danska felagið Brøndby, sum hevur verið danskur meistari fleiri ferðir, og sum endaði á triðja plássi í superligakappingini, sum júst er av.

HB og Brøndby spæla á Tórsvølli 24. juli og í Brøndby 31. juli.

Brøndby hevur einaferð fyrr vitjað í Gundadali í sambandi við evropeiskar kappingar. Tað var í 2008, tá liðið hitti B36 í fyrsta undanumfari í táverandi Uefa Cup.

Brøndby kom víðari við at vinna 1-0 á Ovara vølli í Gundadali og 2-0 á Brøndby Stadion.

Til Serbia og Bulgaria

Í gjár varð staðfest, at KÍ og NSÍ fáa finska mótstøðu í fyrsta umfari, ávikavist SJK Seinäjoki (við Samuel Chuckwudi á liðnum) og HJK Helsinki.

Í dag gjørdist tað so greitt, at um hesi føroysku liðini spæla seg víðari í annað umfar, so skal KÍ spæla móti serbiska felagnum FK Radnički 1923, sum endaði á fjórða plássi í serbisku superliguni, og NSÍ móti bulgarska felagnum Arda Kardzhali, sum endaði á triðja plássi í bulgarsku liguni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder