Hondbóltur

Brotskastskapping koppaði til H71

Longd leiktíð og brotskastskapping skuldi til fyri at finna ein vinnara.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-14 22:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var av sonnum spenningur í Hoyvíkshøllini í kvøld, har VÍF var á vitjan hjá H71 í aðru finaluni um føroyameistaraheitið, og dysturin skuldi út í bæði longda leiktíð og brotskastskapping fyri at finna ein vinnara.

Og tað vóru heimaáskoðararnir, sum at enda algoystir kundu renna inn á vøllin og fagna sínum liði.

VÍF vann annars ruddiliga fyrstu finaluna við fimm málum, og at kalla eingin spenningur var, men í kvøld var øðrvísi. Tað stóð á jøvnum 26-26 tá 60 minuttir vóru leiktir. Hesar finalurnar skulu avgerast. Longda leiktíðin endaði 30-30, og liðini fóru tí út í brotskastskapping.

Ein brotskastskapping, har hoyvíkingar brendu eitt skot, meðan vestmenningar brendu tvey. Sveinur Olafson kundi til síðst smekka bóltin í netið og tryggja H71 sigurin.

Eins og hjá kvinnum, stendur nú á jøvnum 1-1 í finalusigrum, og sera spennandi verður tí næstu dagarnar, tá upp til fimm finalur hjá bæði kvinnum og monnum verða leiktar. Fyri at vinna FM skal eitt lið vinna tríggjar finalur, og tí verða í øllum førum fýra finalur hjá kvinnum og monnum.

Leygardagin 17. apríl
Menn FM-finala 3 kl. 16.00 VÍF – H71
Kvinnur FM-finala 3 kl. 19.00 Neistin – StÍF

Mikudagin 21. apríl
Menn møgulig FM-finala 4
Kvinnur FM-finala 4

Leygardagin 24. apríl
Menn møgulig FM-finala 5
Kvinnur FM-finala 5

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder