Teir seinastu sjey dystirnir í Europa League verða leiktir í Týsklandi. Tveir teir fyrstu vóru á skránni í kvøld, og talan var um tær fyrstu fjórðingsfinalunum. Fyri at fáa kappingina avgreidda skjótt og trygt verða allir dystirnir leiktir í sama landi, og bert ein dystur er í hvørjum umfari.
Tískil var neyðugt við longdari leiktíð, tá tað stóð 0-0 eftir 90 minuttir í Köln. Hetta, hóast United var risafavorittur og hevði nakrar góðar skotroyndir í 2. hálvleiki - Fernandes og Greenwood á stongina og ein frá Martial, ið "Kalle" Johnsson vardi væl fyri. Og júst svenski málverjin stóð eisini sera væl í longdu lektíðini, tá United byrjaði at spæla líkinda fótbólt. Fyri tað mesta av teimum 90 minuttum hevði tað verið uttan ferð og íblástur hjá United, hóast liðið hevði leikliga yvirvág, og tað hevði til tíðir verið látúrliga vánaligt, tá hugsað verður um at talan var um liðið sum endaði nummar trý í Premier League, móti liðnum sum var 16 stig frá at gerast meistari í Danmark.
Avrikið hjá FCK var sera flott, og av norsku venjarunum tyktist Ståle Solbakken betri fyrireikaður. Hansara lið var meira á og var nakrar ferðir nær við at revsa ósketni hjá dýru stjørnum úr Onglandi, men í brotsteignum gekk tað ov seint fyri seg.
Solbakken hevði yvirskot at smíla eftir dystin, hóast hann helst irðaði seg nógv um, at tað ikki bar á mál hjá FCK. Tað lætnaði helst nógv hjá Solskjær, tá dómarin bríkslaði av eftir 122 minuttir (Mynd: EPA)
Tað skuldi eitt brotsspark til, sum tað hevur gjørt áður í ár, hjá United. Tað var tunt, men Andreas Bjelland nýtti armin at trýsta Martial, ið beint frammanundan hevði verið einsamallur við Johnson eftir gott spæl, og har var eitt sindur av kontakt millum beinini hjá leikarunum, so dómarin peikaði á blettin. United hevði fingið eitt brotsspark og eitt mál kolldømt gjøgnum VAR í 1. hálvleikiav vanligu leiktíðini - í báðum førum vegna rangstøðu. Bruno Fernandes var sum so ofta áður tryggur úr ellivu metrum. Portugisiki miðvallarin spældi ein ringan dyst, eftir hansara støði, í kvøld, men hann er nú einsamallur toppskjútti í Europa League.
United hevði aðrar stórar møguleikar, nógvir av teimum var innskifti Juan Mata við í , men Johnsson var stinnur. FCK megnaði hinvegin ikki at av álvara at hótta hinvegin. Í 2006 vann FCK 1-0 á United í Parkini, og hóast tað ikki hesaferð eydnaðist at koppa enska stórfelagnum, so kunnu teir frá Keypmannahavn vera ernir av avrikinum. Liðið hjá Solskjær skal finna betri spæl fram í hálvfinaluni um eina viku. Tá verður vinnarin av dystinum í annaðkvøld millum Sevilla og Wolves mótstøðilið.
Mata gjørdi mun, og Bruno skoraði einsamalla málið í dystinum (Mynd: EPA)
Í hinari hálvfinaluni hittast Inter og vinnarin av Shakhtar-Basel. Inter vann í kvøld 2-1 á Leverkusen í Düsseldorf. Har var meira lív í, og longu eftir 24 minuttir var 2-1. Nicolo Barella legði Inter á eftir eitt korter, og fimm minuttir seinni økti Romelu Lukaku. Ein annar fyrrverandi United-leikari, Ashley Young stóð fyri upplegginum. Kai Havertz, ið er á veg til 2-1, skoraði stutt seinni til 2-1. Síðani kom einki mál afturat í dystinum, og liðið hjá Conte er nú bert eitt stig frá finaluni.
Mynd: EPA
Europa League fjórðingsfinalurnar
10/8
Manchester United - FCK 1-0 (e.l.l) 0-0 eftir 90 minuttir
95' Bruno Fernandes (br.) 1-0
Inter Milan - Bayer Leverkusen 2-1 (2-1)
15' Nicolo Barella 1-0
21' Romelu Lukaku 2-0
24' Kai Havertz 2-1
Í morgin (11/8)
20.00: Sevilla - Wolves
Shakhtar - Basel
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald