Í annaðkvøld skal HB royna at basa Buducnost Podgorcia, ið kemur at vitja í fyrra dystinum í 2. umfari i UEFA Europa Conference League.
Les eisini: HB spælir evropeiskan heimadyst hóskvøldið
Gestirnir eru, sambært veddingarfyritøkunum, favorittar. Tó er ikki talan um nakran stórfavoritt, og lagt er upp til ein javnan dyst millum meistararnar í Føroyum og meistararnar í Montenegro. Oddsini hjá fimm stórum veddingarfyritøkum liggja í hesum talstrekkjum:
Sigur til HB: 3,10 - 3.00
Javnleikur: 3,10 - 3,30
Sigur til Buducnost Podgorcia: 2,10 - 2,25
HB kom yvir í kappingina eftir 1-0 tap fyri meistarunum úr Andorra á uttanveltaðum vølli í Champions League í undan- undanumfarinum. Hetta var 22. juni. Síðani hevur HB bert spælt ein kappingardyst. Tað var eina viku seinni á Svangaskarði í Betrideildini, har Kevin Schindler í sínum fyrsta dysti sum oddamaður førdi lið sítt til 6-0 sigur.
Buducnost Podgorcia tapti samanlagt 7-1 fyri HJK Helsinki, í Champions League-dystum sum vóru í síðstu viku og í næstsíðstu viku. HB tapti samanlagt 5-2 fyri finsku meistarunum í somu kapping í 2019.
Finnar vitjaðu í Gundadali í 2019 - tá endaði tað 2-2 (Mynd: Olaf Olsen)
Fyrsta bríksl á Ovara vølli í Gundadali í morgin verður klokkan 19. Atgongumerki kunnu bert keypast í forsølu - tey kunnu keypast her. Dysturin kann síggjast ókeypis í Televarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald