Gianluigi Buffon hevur nú valt at gevast sum professionellur málverji. Tað boðaði fyrrverandi italski landsliðsmálverjin, nú 45 ár, frá á sosiala miðilinum X, sum fyrr kallaðist Twitter.
Hatta var tað, fólks. Tit góvu mær alt. Eg gav tykkum alt. Vit gjørdu tað sama, skrivar hann.
Gianluigi Buffon hevði annars sáttmála við felagið Parma í næstbestu italsku deildini fram til næsta summar, men sigur nú kortini farvæl.
Hann fekk sín fyrsta dyst í Serie A fyri júst Parma í 1995, har hann í fyrsta umfari vardi málið í 220 dystum fram til 2001, tá hann flutti til Juventus FC.
Gjøgnum 28 ár náddi hann at spæla 975 dystir og vinna italska meistaraheitið tíggju ferðir og steypakappingina fimm ferðir fyri Juventus. Umframt tey bæði nevndu feløgini, royndi hann eisini at umboða Paris Saint-Germain í fronsku deildini.
Í 2021 vendi Buffon aftur til Parma, ið júst hevði mist sítt pláss í bestu italsku deildini.
That's all folks!
— Gianluigi Buffon (@gianluigibuffon) August 2, 2023
You gave me everything.
I gave you everything.
We did it together. pic.twitter.com/bGvIDsoFsG
Buffon spældi 176 landsdystir fyri Italia. Størsti sigurin var heimsmeistaraheitið í 2006. Av teimum 176 landsdystunum fyri Italia vóru tveir móti føroyska landsliðnum. Báðir dystirnir spældir á Tórsvølli, og báðir vóru undandystir til EM-kapping. 2. juni 2007 vann Italia 2-1 (Rógvi Jacobsen skoraði móti Buffon), og 2. september vann Italia 1-0.
Gianluigi Buffon til venjing á Tórsvølli 1. september 2011 (Mynd: Jens Kr. Vang / EPA)
Buffon við HM-steypinum 2006 (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald