Seinastu mongu árini hava fremstu hondbóltsdeildirnar í landinum havt stuðulsnøvnini Burn-deildin og SMS-deildin. Kappingarnar eita soleiðis aftur í ár, og tað gera tær eisini í 2024/2025.
Hondbóltssamband Føroya skivar í dag á heimasíðu sínari, at HSF og SMS-samtakið hava skrivað undir nýggjan sáttmála fyri Burn og SMS kappingina.
Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna í HSF, sigur soleiðis við heimasíðuna.
- Tað liggur eitt stórt arbeiði úti í feløgunum, sum mynda fremstu hondbóltsdeildirnar, og at samstarva við ein góðan stuðul sum SMS-samtakið hevur alt at siga, fyri at vit fáa eina góða hondbóltsvøru til áskoðaran.
Durita Nolsøe, býlingsstjóri í SMS og Jákup Suni Berg, stjóri í Burn fegnast eisini. Í samband við avtaluna er tað eisini greitt, at SMS fer at standa á vinstru ermu á nýggju landliðsblusuni.
Durita Nolsøe, býlingsstjóri í SMS og Jákup Suni Berg, stjóri í Burn, hittust herfyri við Gunn Ellefsen í SMS, har nýggi sáttmálin varð undirskrivaður (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald