Seinastu árini hava bestu hondbóltsdeildirnar hjá monnum og kvinnum havt nøvnini Burn-deildin og SMS-deildin.
Soleiðis verður tað eisini framhaldandi - íhvussu er fram til kappingarlok 2023. Hetta er greitt, eftir at hondbóltssambandið og SMS-samtakið hava longt samstarvið um bestu mans- og kvinnudeildina
Kappingarnar koma framhaldandi at bera nøvnini Burn kappingin og SMS kappingin og koma nøvnini at verða sjónlig í flest øllum viðurskiftum, hvat kappingunum viðvíkur, skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðu sínari.
- Tað tykist, sum hava fólk tikið nøvnini á kappingunum, Burn kappingin og SMS kappingin, til sín og saman við tílíkum góðum stuðlum, kunnu vit menna heimligu kappingarnar til eina enn betri merkisvøru, sigur Gunn Ellefsen um longda sáttmálan.
Forkvinnan í Hondbólttsambandinum og Jákup Suni Berg, ið rekur Burn, hittust herfyri í SMS, har nýggi sáttmálin var undirskrivaður,
- Tað er stuttlig og hugtakandi at vera viðspælari í einari ítróttargrein, har kropsliga menningin hevur verið eyðsýnd seinastu árini. Spælið er vorið skjótari og setur hetta stór krøv til kroppin hjá tí einstaka leikaranum, sigur Jákup Suni Berg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald