Stóra innandurakappingin hevur verið í KÍ-høllini millum jól og nýggjár á hvørjum ári síðani 2008. Kappingin hevur góða undirtøku millum fótbóltsáhugaði - nógv lið luttaka á hvørjum ári, og fyri tað mesta eru nógvir áskoðarar í høllini.
Nógv í 2020 er øðrvísi, og ivamál hevur verið, um Bylgju Cup 2020 fór at verða hildin orsakað av koronastøðuni. Eftir at fyrireikararnir hava viðgjørt hetta, er tað alment, at so verður ikki.
- Kappingin koyrir innandura og hevur altíð havt stóra undirtøku úr Eysturoynni og Streymoynni – ið er gleðiligt - umframt í Norðoyggjum. Harafturat hevur kappingin eisini verið vælumtókt millum útisetar, ið eru heima hesa tíðina. Kappingin liggur nakrar dagar eftir jólahøgtíðina, harímillum 2. jólakvøld. Tískil liggur kappingin eitt tíðspunkt, har smittuvandin møguliga er eyka stórur. Tað skal heldur ikki avskrivast, at myndugleikarnir fara at banna innanduratiltøkum av hesum slag millum jól og nýggjár.
Soleiðis verður greitt frá avgerðini í skrivi á heimasíðuni hjá Norðlýsinum. Fyrireikararnir vóna, at støðan broytist so mikið nógv komandi tíðina, at Bylgju Cup kann verða á skránni aftur í 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald