Klokkan 17:30 spælir føroyska U20 hondbóltslandsliðið hjá monnum seinasta dystin í bólkaspælinum í EM-endaspælinum.
Vit spæla móti Sveis í síðsta dystinum og dysturin verður altavgerandi hvussu Føroyar spæla í næstu viku. Skulu vit spæla um heiðursmerki ella spæla um eina plasering.
Sí eisini: Sveis vann stórsigur móti Serbia - Føroyar skulu vinna á Sveis leygarkvøldið
Sendingin byrjar klokkan 17.
Video: Føroyskur sjampagnuhondbóltur í Rumenia
--------------------------------------------------------
U20 EM - bólkur B
Støðan Í bólkinum eftir tvey umfør:
1. Sveis 4 stig
2. Serbia 2 stig
------------------
3. Føroyar 2 stig
4. Turkaland 0 stig
Tvey lið koma víðari til miðumfarið. Man fær stigini við sær, sum man fær móti hinum liðnum, ið kemur víðari.
3. og seinasta umfar:
Leygardagin 10. juli
12.30: Serbia - Turkaland
17.30: Sveis - Føroyar (Portalurin)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald