Hondbóltur

Byrja nú at senda hondbólt beinleiðis

Hondbóltssambandið og feløgini fara nú at stroyma dystirnar í bestu deildini.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-11 17:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinastu tíðina hava feløgini og HSF arbeitt við einum stroymingsportali, live.hsf.fo, har allir dystir í SMS- og Burn deildini og Faxe Kondi steypakappingini, umframt A- og U-landsdystir (tó treytað av upphavsrætti), verða stroymdir. Somuleiðis verða allir dystir í verandi kappingarári liggjandi á portalinum, soleiðis at eisini spældir dystir kunnu leitast fram aftur.

[object Object]

Í longri og styttri tíð hava feløgini, hvør í sínum lagi, stroymt dystir í ymiskari góðsku og við skiftandi reglusemi. Við nýggja live.hsf.fo ætla feløgini og HSF at tryggja betri góðsku og meira reglusemi á einum og sama stað.

Avtala er gjørd við Ø-media við Búgva Øster at veita útgerð, framleiða, samskipa og umsita skipanina, sum við tíðini skal styrkjast og mennast.

Hetta vikuskiftið verða fyrstu dystirnir stroymdir á live.hsf.fo. Fram til jóla verða átta av tólv dystum stroymdir.

Fyrstu 30 dagarnir verður skipanin royndarkoyrd, og ætlanin er, at skipanin koyrir fult og heilt, tá steypakappingin byrjar hálvan januar 2021. Av somu orsøk er ein royndartíð á 14 dagar, fyri tey hald, sum verða teknaði nú í desembur.

Til ber at keypa einstakar dystir (Pay per View) fyri kr. 39,- fyri hvønn dyst. Til ber eisini at tekna leypandi mánaðarhald fyri kr. 89,- ella leypandi árshald fyri kr. 599,-.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder