Fyri viku síðani gjørdist greitt, at Føroyar verða í bólki H, saman við Fraklandi, Serbia, Ukraina, Norðurmakedónia og Armenia í komandi EM-undankapping fyri U21-landslið.
Eftir eitt slíkt lutakast er vanligt, at fótbóltssambondini í ymsu londunum leggja dystarskránna saman, so hon á ymsan hátt hóskar væl fyri ymsu londunum. Hesaferð fúr umboð fyri londini til samráðingarborðið á alnótini, men eingin felags loysn varð funnin, skrivar fsf.fo.
Tað vóru serliga armenar, ið lógu í buktini. Endin var at UEFA tók yvir, og ein skrá varð løgd við lutakasti.
- Har háttaði tað seg soleiðis, at føroyska U21-liðið spælir seks dystir í ár, og fýra dystir í 2022. Føroyar byrja á heimavølli ímóti Armenia tann 8. juni, og júst eitt ár seinni – ella næstan – tann 7. juni næsta ár, spælir føroyska liðið síðsta dystin í kappingini, tá serbar koma á vitjan í Føroyum.
Skráin
8. juni 2021: Føroyar – Armenia
2. sept. 2021: Armenia – Føroyar
6. sept. 2021: Føroyar – Frakland
7. okt. 2021: Føroyar – Norðurmakedónia
12. okt. 2021: Ukraina – Føroyar
12. nov. 2021: Serbia – Føroyar
24. mars 2022: Frakland – Føroyar
29. mars 2022: Norðurmakedónia – Føroyar
2. juni 2020: Føroyar – Ukraina
7. juni 2022: Føroyar – Serbia
Rumenia og Georgia vera í felag vertslond fyri sjálvum EM-endaspælinum, sum verður á sumri í 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald