Annað

Byrjaði við einum stríði

Super Bowl er eitt av teimum heilt stóru ítróttartiltøkunum í heiminum, og í kvøld og í nátt spæla Cincinnati Bengals og Los Angeles Rams nummar 56 í røðini. Talan er ikki um tvey feløg, ið eru von at vinna Lombardi-steypið. Byrjað verður klokkan 23.30.

2022-02-13 21:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 1960'inum var siðbundna NFL (National Football League) undir stórum trýsti av nýggju og spennandi AFL – American Football League, sum byrjaði í 1960. Seks ár eftir at, deildin varð sett á stovn varð avgerð tikin um at leggja AFL og NFL saman í 1970 fyri at gera ítróttin betri. Samstundis varð eisini avgjørt, at “The AFL-NFL World Championship Game” skuldi stovnsetast og spælast fyri fyrstu ferð, tá kappingarárið var av.

15. januar 1967 var ein søguligur dagur í Los Angeles Memorial Coliseum, tá Green Bay Packers og Kansas City Chiefs, ið tvær vikur frammanundan høvdu vunnið ávíkavist NFL og AFL-finalurnar, spældu í tí, hittust

Nú, 55 ár seinni, er Super Bowl vorðið eitt av teimum heilt stóru ítróttartiltøkunum í heiminum. Í 1967 kostaði eitt atgongumerki seks dollarar – nú nýta fólk sína uppsparing til eitt atgongumerki, og ein reklama á 30 sekund á NBC, ið hevur rættindini til Super Bowl í ár, kostar 42.000 dollarar. Í ár er hetta talið 7 milliónir dollarar, og talan er um eitt stórt "amerikanskt show", har millum annað Eminem og Snoop Dogg framføra

Packers úr NFL vunnu greitt á Kansas City Chiefs í tí fyrstu Super Bowl. Í kvøld er spurningurin, um Cincinnati Bengals ella Los Angeles Rams fara avstað við Lombardi-steypinum, ið er uppkallað eftir venjaranum hjá Packers í 60'árinum, Vince Lombardi. Quarterbakkarnir hjá liðunum spæla báðir við níggju-tali og vórðu báðir valdir fyrst í einum "drafti". Matthew Stafford og Joe Burrow eru í hvør sínum enda av sínari yrkisleið, og Rams-liðið hevur fleiri royndir, meðan tað er meira óvæntað, at unga Bengals-liðið er í Super Bowl.

Liðið úr Ohio hevur verið í tveimum slíkum finalum men hevur ongantíð vunnið. Rams vunnu í 2000, men tá var heimstaðurin í St. Louis, Missouri. Í kvøld er liðið á heimavølli í finaluni.

Avspark í Los Angeles er klokkan 23.30 føroyska tíð. Nakrar minuttir áðrenn er tjóðsangurin á skránni, ið Mickey Guytton framførir. Tá fara yvir 100 milliónir í USA, umframt nógvar aðrar milliónir kring heimin, at fylgja við. Til ber at síggja dystin á TV3 + og Viaplay.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder