Fótbóltur

Byrjanaruppstillingin hjá Føroyum: Í miðal 26 dystir

Tríggir leikarar hava spælt heilt fáar landsdystir.

Jóannes Kalsø Danielsen hevur bert spælt ein landsdyst áður (Mynd: Sverri Egholm)

Jóannes Kalsø Danielsen hevur bert spælt ein landsdyst áður (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-03 19:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri løtu síðani varð fyrsta byrjanaruppstillingin hjá Håkani Ericson avdúkað. Talan er um eintt nýtt lið á ymsan hátt, hóast fleiri hava nógvar royndir frá seinastu árunum. 

Talan er um eina miðverju, ið samanlagt hevur 43 landsdystir, men sum ongantíð hevur spælt saman fyrr. Høgri bakkurin hevur spælt ein landsdyst - tað var eisini á Tòrsvølli móti Malta. Navnin og hin klaksvíkingurin í byrjanaruppstillingini breyt inn á liðið í fjør. Sentrali miðvøllurin hevur nógvar royndir, men vinstri kanturin hevur bert tvær ferðir verið á vøllinum í A-landsdysti og byrjar í kvøld inni á fyrsta sinni. Klæmint Andrasson Olsen nærkast 30 dystum men byrjar ikki so ofta inni.

Teir fyrstu ellivu - tal av A-landsdystum

Gunnar Nielsen 57

Jóannes Kalsø Danielsen 1
Heini Vatnsdal 19
Sonni Ragnar Nattestad 24
Viljormur Davidsen 37 

Jóannes Bjartalíð 6
Brandur Hendriksson Olsen 32
Sølvi Vatnhamar 37
Hallur Hansson 46
Meinhard Egilsson Olsen 2

Klæmint Andrasson Olsen 27

Í miðal: 26,1 landsdystir

Kelda: FSF

(4-5-1/4-3-3) Gunnar Nielsen - Jóannes Kalsø Danielsen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Jóannes Bjartalíð, Brandur Hendriksson Olsen, Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson (L), Meinhard Egilsson Olsen - Klæmint Andrasson Olsen.

Á bonkinum: 
Teitur Matras Gestsson, Tórður Thomsen, Heri Hjalt Mohr, Daniel Johansen, Heðin Hansen, Odmar Færø, Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Gunnar Vatnhamar, Andras Lava Olsen, Patrik Johannesen og Jákup Biskopstø Andreasen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder