EB/Streymur spælir í ár í Hólmanum á Eiði, og í dag tóku sundalagsmenn ímóti ÍF í ársins fyrsta dysti í Betri deildini hjá monnum.
Hóast EB/Streymur var farligari gjøgnum at kalla allan dystin, var tað ÍF sum skoraði fyrsta málið í ár, og hvør annar enn toppskjúttin frá í fjør, Uros Stojanov, skuldi fáa tað málið.
Uros Stojanov legði ÍF á odda 1-0 tá fimm minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki royndi EB/Streymur at trýsta, og tá tíggju minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði Ronni Møller-Iversen til 1-1.
Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat fekk Ronnie Møller-iversen ein stóran møguleika at tryggja EB/Streymi trý stig, tá Eiler Rasmussen bríkslaði fyri brotssparki.
Helst hevur nógv trýst verið á, og sundalagsfólk kunnu iðra seg um brenda møguleikan, tí bólturin fór langt upp um málið. Hetta var tað seinasta sum hendi í dystinum.
Sostatt eru fyrstu stigini í ársins Betri-deild býtt út. Hinir fýra dystirnir í fyrsta umfari verða í morgin.
EB/Streymur - ÍF 1-1
40’ Uros Stojanov 0-1
80’ Ronni Møller-Iversen
90’ Brent brotsspark Ronni Møller-Iversen
Dystirnir í morgin
07 Vestur-B36 (15:00)
HB-NSÍ (15:00)
Víkingur-TB (15:00)
B68-KÍ (16:00)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald