TB tók seinnapartin ímóti fuglfirðingum við Stórá í Trongisvági. Úrslitið gjørdist 1-1
Tvøramenn vóru betri í fyrra hálvleiki, og høvdu nógvar málmøguleikar, tó uttan at koma upp á máltalvuna. Støðan var 0-0 tá liðini fóru til hálvleiks.
Í seinna hálvleiki vaknaðu fuglfirðingar, og tað gjørdist meira javnt. Tá ein góður tími varð leiktur legði Uros Stojanov ÍF á odda 1-0. Lítla løtu seinni koma seinna málið í dystinum, tá Mark Kongstedt setti bóltin í netið fyri TB til 1-1, sum eisini gjørdist úrslitið.
Sostatt eitt stig í part, sum ikki ger so stóran mun á stigatalvuni.
ÍF liggur í einum ongamannalandi á stigatalvuni á sætta plássið við 23 stigum, meðan TB á áttanda plássið við 15 stigum skal savna sær so nógv stig saman sum møguligt fyri at koma fram um EB/Streym, sum liggur á sjeynda plássið við 20 stigum.
Í morgin verða tríggir dystir leiktir í Betri deildini hjá monnum. Fyrsti dysturin byrjar longu klokkan 12:30, og longu klokkan 15 eru allir dystirnir avgreiddir. Orsøkin er, at A-landsliðið skal flúgva til Danmarkar í annaðkvøld, har teir mikudagin í Herning spæla venjingardyst móti danska landsliðnum.
TB - ÍF
62’ Uros Stojanov 0-1
68’ Mark Kongstedt 1-1
Dystir í morgin
HB - Skála (12:30)
AB - NSÍ (13:00)
EB/Streymur - B36 (13:15)
Støðan í Betri deildini
1. HB (55 stig)
2. KÍ (48 stig)
3. NSÍ (47 stig)
4. Víkingur (44 stig)
5. B36 (43 stig)
6. ÍF (23 stig)
7. EB/Streymur (20 stig)
8. TB (15 stig)
9. AB (7 stig)
10. Skála (3 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald