2018-08-02 10:13

Fyrrverandi Liverpool-leikarin Jamie Carragher verður aftur at síggja sum fótbóltsserfrøðingur á skíggjanum, tá Sky Sports fer at senda Friday Night Football aftur, nú besta enska fótbóltsdeildin byrjar aftur 10. august.
Jamie Carragher varð fyribils loystur úr starvi í mars, tá hann spýtti eftir einum manni. Maðurin argaði Carragher eftir at Manchester United vann 2-1 á Liverpool, og fekk alt á sjónband, tá Carragher spýtti eftir sær.
Nú hevur Gary Neville, sum saman við Jamie Carragher er fótbóltsserfrøðingur á Friday Night Football, váttað á sínum Twittervanga, at Carragher verður við aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald