Í gjár var seinasti dagur, at møguleiki var at flyta fótbóltsleikarar millum feløg í flestu londum í Evropa, og stórt virksemi og stórur spenningur varð áðrenn flytingargluggin lat aftur klokkan 23 í gjárkvøldið.
Enska stórliðið Manchester United, sum hevur trupulleikar við at vinna dystir í løtuni, stóð fyri fleiri av keypunum og keypti fýra nýggjar leikarar í gjár.
Tað størsta mundi vera uruguayski áleyparin Edinson Cavani, sum varð keyptur frá franska stórfelagnum Paris Saint Germain, har hann hevur skorað 138 mál í 200 dystum. Eisini tryggjaði Manchester United sær brasilska bakkin Alex Telles úr Porto og ungu leikararnar Amad Diallo Traoré og Facundo Pellistri frá ávikavist Atalanta í Italia og Peñarol í Uruguay.
Thomas Partey skal styrkja miðvøllin hjá Arsenal (Mynd: EPA)
Arsenal var eisini djúpt niðri í lummanum fyri at tryggja sær sterka miðvallaleikaran Thomas Partey úr Ghana, sum síðan 2012 hevur havt sáttmála við spanska felagið Atletico Madrid.
Svenski landsliðsmálmaðurin Robin Olsen, sum hevur sáttmála við italska felagið Roma, er leigaður til Everton í eitt ár og danski landsliðsbakkurin Joachim Andersen, sum hevur sáttmála við Lyon í Fraklandi, er leigaður út til Fulham. Bæði hesi leigumálini eru galdandi í eitt ár.
Aðrir handlar, ið vórðu avgreiddir í gjár:
Theo Walcot úr Everton til Southampton (lán)
Raphina (Brasil) úr Rennes til Leeds
Ruben Loftus-Cheek úr Chelsea til Fulham
Daníel Grétarson (Ísland) úr Aalesund til Blackpool
Diego Laxalt (Uruguay) úr AC Milan til Celtic
Chris Smalling úr Manchester United til Roma
Lucas Torreira (Uruguay) úr Arsenal til Atletico Madrid
Matteo Guendouzi (Frakland) úr Arsenal til Hertha Berlin (lán)
Ryan Sessegnon úr Tottenham til Hoffenheim (lán)
Eric Maxim Choupo-Moting (Kamerun) úr PSG til Bayern München
Douglas Costa (Brasil) Juventus til Bayern München (lán)
Justin Kluivert (Niðurlond) Roma til RB Leipzig (lán)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald