Fótbóltur

Champions League: Fyrstu liðini hava spælt seg í fjórðingsfinalurnar

Tað gjørdi Liverpool hóast tap á Anfield fyri Inter í gjárkvøldið - Bayern vann knúsandi sigur á Salzburg, og málrevurin Lewandowski setti nýtt met.

Robert Lewandowski skoraði trý mál uppá ellivu minuttir - tvey av teimum vóru brotsspørk

Robert Lewandowski skoraði trý mál uppá ellivu minuttir - tvey av teimum vóru brotsspørk

2022-03-09 08:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað vóru favorittarnir, sum í gjárkvøldið tryggjaðu sær pláss í fjórðingsfinalunum, men tað hendi á heilt hvør sín hátt.

Liverpool hevði eina truplari uppgávu enn Bayern í áttandapartsfinalunum, men útgangsstøði var betri, tí liðið hjá Klopp hevði í fyrra dystinum vunnið 2-0 á italsku meistarunum á útivølli, meðan Bayern München var í trupulleikum í Eysturríki.

Tað gjørdist tó nógv meira spennandi á Anfield ella á Allianz Arena. Liverpool skoraði ikki, men tað gjørdi Inter, ið gav teimum reyðkløddu ein skarpan gang. Lautaro Martinez skoraði einsamalla málið í dystinum eftir ein tíma. Hjá Inter var tað tó ein stórur smeitur, at Alexis Sanchez tveir minuttir seinni fekk sítt seinna gula kort. Nú skulu teir í Liverpool, ið stríðast móti City um enska meistaraheiti, bíða eftir lutakastinum fyri at fáa greiðu á, hvat bíðar í fjórðingsfinalunum.

[object Object]
Van Dijk og Liverpool taptu, men hava kortini fjórðingsfinalu fyri framman. Alexis fekk reytt í sínari afturvendan til Onglands

Bayern skoraði ikki fyrrenn í 90. minutti í Salzburg fyri trimum vikum síðani, tá tað endaði 1-1, men í gjár var eingin ivi. Eftir hálvan tíma var støðan 4-0, og Robert Lewandowski hevði gjørt hattrikk. Tað gjørdi 33-ára gamli pólski áleyparin innan ellivu minuttir. Eingin hevur skorað hattrikk í so stuttum tíðarbili í Champions League-søguni, og harvið hevur vandamikli Lewadowski, ið er toppskjútti í 2021-2022 útgávuni og nærkast 100 málum í kappingini samanlagt, aftur skrivað søgu.

Heimaliðið vann heili 7-1 og verður eins og Liverpool í pottinum, tá lutakast verður til fjórðingsfinalurnar skjótt. Tað verður Manchester City allarhelst eisini - arbeiði skal gerast liðugt í kvøld. Í Madrid er lagt upp til brak millum PSG og Zidane og hansara menn. 

Áttandapartsfinalurnar í Champions League 2021/2022
Í gjár - Týsdagin 08.03

Liverpool - Inter 0-1 (Samanlagt 2-1)
Bayern München - Salzburg 7-1 (8-2 samanlagt)

Í kvøld - Mikukvøldið 09.03

20.00: Manchester City - Sporting CP (5-0)
           Real Madrid - PSG (0-1) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder