Hondbóltur

Champions League: Hákun og Füchse spæla fyrru fjórðingsfinaluna í kvøld

Týsku meistararnir og finalistarnir í fjør spæla klokkan 17.45 í Ungarn. Til ber at síggja føroyska høgra vongin, Gidsel og hinar á Viaplay klokkan 17.45.

Í fjør var Füchse Berlin í Champions League-finaluni. Har spældi Hákun West av Teigum ein frálíkan dyst - málið er aftur finalan (Mynd: Sverri Egholm)

Í fjør var Füchse Berlin í Champions League-finaluni. Har spældi Hákun West av Teigum ein frálíkan dyst - málið er aftur finalan (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-30 10:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør var Füchse Berlin í Champions League-finaluni. Har spældi Hákun West av Teigum ein frálíkan dyst við sjey málum.

Týska høvuðsstaðarfelagið tapti tó fyri Magdeburg, sum eisini sær út til at taka týska meistaraheiti frá Füchse í ár.

Füchse Berlin fer tó eftir Champions League-gullinum og eftir eitt gott bólkaspæl, er fyrra fjórðingsfinalan nú á skránni.

Hákun og teir vitja Veszprem í kvøld klokkan 17.45 føroyska tíð og skulu royna at fáa eitt gott útgangsstøði í Ungarn.

Dysturin sæst á Viaplay

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder