
Sigurin í Skopje í dag gav ikki víðari luttøku, men talan var um ein flottan dyst frá NSÍ. Hann tryggjaði felagnum og føroyskum fótbólti nøkur evropeisk stig og NSÍ fyrsta sigurin nakrantíð í Evropa á kvinnusíðuni.
NSÍ vísti, at mann veruliga vildi hetta, og liðið hjá Allani Dybczak hevði gott tamarhald á dystinum móti NSA Sofia úr Bulgaria.
Føroyameistararnir vóru vælskipaðar og dugdu væl at revsa mistøk hjá mótstøðuliðnum í hitanum.
Tær í gulum skoraðu tvey mál fyri steðgin og tvey mál eftir steðgin í Skopje. Harvið 4-0 og føroyameistararnir enda nummar trý av teimum fýra liðunum í Champions League-undanbólkinum. Liðið tapti fyrra dystin, sum var hósdagin móti vertunum.
Serliga annað málið var gott í dag, har unga Brá Zakariasdóttir og roynda Heidi Sevdal vístu síni kystur. Málini síggjast á leinkjuni niðanfyri - vit hava koyrt tíðarfesting á, nær málini komu.
Champions League 2025 undankapping - bólkur 3 og dystur um 3. pláss
Skopje, Norðurmakedónia - leygardagin 2. august
NSÍ - NSA Sofia 4-0 (2-0)
25' Julia Naomi Mortensen 1-0
39' Brá Zakariasardóttir (Heidi Sevdal) 2-0
64' Heidi Sevdal 3-0
83' Dania Andrasdóttir Olsen, br. (Brá Zakariasardóttir) 4-0
NSÍ (4-3-3): Rannvá við Streym - Sigrid Amalielsdóttir Jacobsen (58' Jonnhild Sondum), Mirjam Huneck (74' Dania Andrasdóttir Olsen), Julia Naomi Morrtensen, Natalia Olsen - Sara Samson Lamhuage, Rebekka Benbakoura (80' Naomi Hansen), Evelyn Mastropasqua - Heidi Savdal, Brá Zakariasardóttir, Helga Mikkelsen (80' Emma Knudsen)
Hesar komu
1-0: 51.05 (Julia Naomi Mortensen skýtur vandamikið hornaspark innfyri, sum Sofia ikki ruddar burtur - nærum eitt sjálvmál)
2-0: 1.04.08 (Ógvuliga gott mál! NSÍ vinnut bóltin á egnari hálvu, senda hann niðan til Brá Zakariasardóttir, sum vendir væl framvið einum verjuspælara, og finnur Heidi Sevdal í høgru. Heidi við góðum innleggi, Brá er komin uppá pláss í brotsteignum. Ungi áleyparin kastar seg fram, stútar og so er 2-0)
------------------
3-0: 1.43.25 (Frísparksinnlegg hjá Juliu Naomi. Afur fær bulgarska verjan ikki ruddað burtur, og so er Heidi til reiðar og eirindaleys í málteignum)
4-0: 1.59.10 (Sara Samson Lamhauge lesur uppspæliðhjá Sofia, vinnur bóltin, og sendir Brá avstað inn í bulgarska brotsteigin. Ein takkling kemur, og dómarin peikar á blettin. Innskifta Dania Olsen er púra trygg. 4-0)
NSÍ-liðið fegnast í Norðurmakedónia (Mynd: NSÍ)
NSÍ skal nú venda eyguni á endaspælið í landskappingini, sum sær spennandi út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald