Tvær áttandapartsfinalur í Champions League vórðu leiktar í gjárkvøldið.
Størri spenningur var viðvíkjandi dystinum millum Atletico Madrid og Chelsea, og tað er framvegis alt opið undan seinna dystinum. Tó hevur felagið í Londoon fyrimunin. Chelsea var á pappírinum útilið í gjárkvøldið, men dysturin varð ikki leiktur í Madrid orsakað av koronurelugerðini í Spania víðvíkjandi innferðing. Bukarest var karmur um dystin, har Chelsea var omaná, bæði hvat tíð á bóltinum og málmøguleikum viðvíkur. Atletico hevði onga roynd á málið, og tað er týðiligt, at Chelsea undir Thomas Tuchel er vælskipað.
Oliver Giroud skoraði einsamalla málið í Rumenia, tá hann mitt í brotsteignum, og miðskeiðis í 2. hálvleiki, kastaði seg niður, sveiggjaði annað beinið uppfrá og sendi bóltin hegnisliga framvið Jan Oblak. Málið varð fyrst kolldømt, tí fraklendingurin var í rangstøðu, men eftir eina løtu við VAR varð staðfest, at vinstri bakkurin hjá heimaliðnum, Mario Hermoso, av óvart hevði beint bóltin til Giroud, og sostatt var ikki møguleiki at døma fyri rangstøðu.
Mynd: EPA
Hjá Bayern og Lazio tykist spenningurin at vera farin heilt úr uppgerðini. Longu eftir átta minuttir á olympiska leikvøllinum í Rom í gjárkvøldið sló Lewandowski til, tá hann fekk eina gávu. Eftir 25 minuttir gjørdist Jamal Musiala, ið er partvíst uppvaksin í Chelsea, yngsti enski Champions League-málskjúttin nakrantíð, tá miðvallin sendi bóltin niður í málhornið. Stutt fyri stegðin skoraði Leroy Sane til 3-0. Næstan beint eftir stegðin kom eitt mál í hvør sínum enda, og harvið hava Champions League-meistararnir ein risa fyrimun undan dystinum í München.
Í kvøld skulu tey seinastu fýra liðini spæla sína fyrru fjórðingsfinalu, har millum annað Real Madrid og Manchester City skulu í eldin.
Champions League áttandapartsfinalur
Týsdagin 23.02
Atletico Madrid - Chelsea 0-1 (0-0) - leiktur í Ungarn orsakað av koronureglugerð í Spania viðvíkjandi innferðing hjá bretum
Lazio - Bayern München 1-4 (0-3)
Mikudagin 24.02
Atalanta - Real Madrid
Borussia Mönchengladbach - Manchester City - leiktur í Ungarn orsakað av koronureglugerð í Týsklandi viðvíkjandi innferðing hjá bretum
Fótbóltur
Chelsea fekk eitt gott útgangsstøði
Hetta syrgdi Oliver Giroud frá við frálíkum saksasparki - Bayern vann greitt í Rom og er á veg víðari.
Giroud í stórum stíli (Mynd: EPA)
2021-02-24 08:10
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald