Fótbóltur

Chelsea hevur keypt áleypara úr Molde

Eftir eitt frálíkt kappingarár hjá norsku meistarunum fer 20-ára gamli David Fofana frá í næstu viku at spæla í Premier League. Sambært norska TV2 hevur Chelsea rindað umleið 130 milliónir norskar krónur fyri fílabeinstrandingin, ið harvið gerst dýrasti spælari sum er seldur úr norskum fótbólti.

Fofana skoraði 24 mál og legði upp til 10 fyri Molde (Mynd: EPA)

Fofana skoraði 24 mál og legði upp til 10 fyri Molde (Mynd: EPA)

2022-12-29 19:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann skoraði einki mál í Eliteserien í sínum fyrsta kappingarári. 18-ára gamli áleyparin frá Fílabeinsstrondini skuldi helst finna seg til rættis í Noregi - hann skoraði tó í sínum fyrsta dysti (í Europea League) og í tveimum steypadystum í 2021 - og í ár hevur hann veruliga víst tenn.

David Datro Fofana hevur víst seg at verið ein fongur fyri Molde: Bæði ítróttaliga og fíggjarliga. Í 2022 hevur hann skorað 15 mál í 24 dystum í landskappingini, sum Molde vann, og í bólkaspælinum í Conference League skoraði Fofana tvær ferðir. 

Nú verður hann dýrasti spælari, sum er seldur úr norskum fótbólti nakrantíð. Chelsea hevur havt eygunui við fílabeinstrandinginum, og frá 1. januar verður David Datro Fofana Chelsea-leikari. Avtalan varð kunngjørd í gjárkvøldið, og sambært norska TV2 er keypsprísurin umleið 130 milliónir norskar krónur, ið eru góðar 92 millónir danskar krónur. Hetta er nakað dýrari - umleið 30 milliónir (NOK) - enn tá Bodø/Glimt í fjør seldi Erik Botheim til Krasnodar í Russland.

Fofana spældi samanlagt 65 ferðir fyri Molde. Hann fekk sínar fyrstu A-landsdystir í heyst pg fylti 20 ár fyri viku síðani. Áleyparin verður tøkur fyri Chelsea, ið eisini hevur keypt 18-ára gamla brasliumannin Andrey Santos.

Liðið hjá Graham Potter,sum í løtuni er á 8. plássi í Premier League og í áttandapartsfinaluni í Champions League, er eisini eftir besta unga spælaranum í HM herfyri, Enzo Fernandez. Sky Sports skrivar tó, at tað er ein trupulleiki, at Benfica krevur 105 milliónir pund fyri argentinska miðvallarin.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder