Fótbóltur

Chelsea og Manchester United greiddu sína skyldu

Uppflytararnir megnaðu ikki at fáa mál - United er í løtuni eitt stig frá Champions League-plássi.

Marcus Rashford hevur funnið sítt støði aftur (Mynd: EPA)

Marcus Rashford hevur funnið sítt støði aftur (Mynd: EPA)

2022-12-27 22:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í jóla- og nýggjárskránni hjá Premier League vóru á skránni í kvøld. Í báðum førum var talan um uppflytara, ið var á vijan hjá væl størri liði.

Chelsea og Bournemouth løgdu út, og liðið hjá Graham Potter gjørdi skjótt av. Kai Havertz hevur verið fyri nógvum atfinningum í ár, men týskarin skoraði til 1-0 fyri Chelsea eftir eitt korter eftir innlegg frá Raheem Sterling og legði útfrá til Mason Mount í 25. minutti. Tað komu ikki fleiri mál í dystinum, og 2-0 sigurin merkir, at Chelsea er á 8. plássi við 24 stigum.

Eftir dystin á Old Trafford í kvøld er greitt, at Manchester United er fimm stig frammanfyri í tætta stríðnum um Champins League-pláss. United hevði ikki stórvegis trupulleikar av botnliðnum Nottingham Forrest á heimavølli. Í fyrra hálvleiki var tað serliga Marcus Rashford, ið gjørdi vart við seg. Hann skoraði í 19. minutti eftir snilt hornaspark, har Christian Eriksen legði hornaspark hart og flatt innfyri. Tríggjar minuttir seinni streyk Rashford avstað í vinstru, spældi flatt til Anthony Martial sum av brotsteigarmarkinum økti til 2-0.

Tað hendi ógvuliga lítið eftir steðgin. Sigurin hjá United kom ongantíð í vanda, og seint í dystinum økti innskifti Fred, eftirat eyðsýndi landsmaðurin Casemiro hevði vunnið bóltin og funnið hann við góðari alvering. Í løtuni er liðið hjá Erik ten Hag á 5. plássi við 29 stigum - eitt pláss og eitt stig aftanfyri Tottenham, sum hevur spælt ein dyst fleiri.

Í annaðkvøld er seinasti dystur í 17. umfari. Tá skal Manchester City royna at nærkast Arsenal aftur.

Premier League 17. umfar

Í dag, týsdagin 27.12
Chelsea - Bournemouth 2-0 (2-0)
Manchester United - Nottingham Forrest 3-0 (2-0)


Í morgin, mikudagin 28.12
20.00: Leeds United - Manchester City

2. jóladag, 26. desember

Arsenal - West Ham 3-1 (0-1)
Aston Villa - Liverpool 1-3 (0-1)
Crystal Palace - Fulham 0-3 (0-1)
Everton - Wolves 1-2 (1-1)
Leicester - Newcastle 0-3 (0-3)
Southampton - Brighton 1-3 (0-2)
Brentford - Tottenham 2-2 (1-0)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder