Fótbóltur

Chelsea og United tryggjaðu sær Champions League pláss - Villa bjargaði sær lívinum í Premier League

Tað rakk ikki til Champions League pláss hjá Leicester og til yvirliving hjá Bournemouth og Watford, ið bæði komu upp í 2015 - Tottenham sníkti seg frammum Wolves í stríðnum um Europa League.

Bruno Fernandes hevur veruliga gjørt mun fyri United seinastu mánaðirnar. Hann legði liðið hjá Solskjær á odda við brotssparki (Mynd: EPA)

Bruno Fernandes hevur veruliga gjørt mun fyri United seinastu mánaðirnar. Hann legði liðið hjá Solskjær á odda við brotssparki (Mynd: EPA)

2020-07-26 19:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta umfar í Premier League varð leikt seint seinnapartin. Spenningur var um tvey Champions League pláss, annað av Europa League-plássunum og plássið beint omanfyri niðurflytingarstrikuna.

Manchester United og Chelsea, ið lógu best fyri undan umfarinum, greiddu sína skyldu við 2-0 sigrum. Tað var nervøst hjá liðnum hjá Solskjær, ið hevði nóg mikið við javnleiki og sum ikki spældi væl í Leicester. Tað var heimaliðið, ið noyddist at søkja sigurin, men tjúgu minuttir fyri tíð misti Leicester bóltin tætt við egnan brotssteig. Mason Greenwood vann bóltin, prikaði hann víðari til Bruno Fernandes, ið sendi Antonhy Martial avstað. Fraklendingurin varð feldur av bæði Johnny Evans og Wes Morgan, og Bruno var sera tryggur úr ellivu metrum. Leicester hevði nakrar deyðbólts- og innleggsstøður, men har manglaði broddur í hjá liðnum hjá Brendan Rodgers, og langt inni í yvirtíðini, beint eftir at Evans fekk beinleiðis reytt kort, vann innskifti Jesse Lingard bóltin frá Kasper Schmeichel, og skoraði sítt fyrsta mál í kappingarárinum - United er aftur í Champions League

[object Object]
Chelsea vann 2-0 á Wolves - Oliver Giroud hevur her skorað seinna málið (Mynd: EPA)

Chelsea avgjørdi heimadystin móti Wolves beint fyri hálvleik. Fyrst skoraði Mason Mount við frálíkum frísparki, og síðani økti glóðheiti Oliver Giroud. Chelsea hevur longu styrkt álopspartin til komandi ár og verður allarhelst eitt sera spennandi lið at fylgja í Premier League og í Champions League. Hjá Wolves rakk tað í fyrstu syftu ikki til evropeiskan fótbólt, men liðið kann tryggja sær pláss í Europa League við at vinna verandi kapping. Chelsea kann eisini veita úlvunum eina hjálpandi hond við at vinna FA Cup-finaluna á Arsenal.

[object Object]
Jack Grealish hevur verið lyklaleikarin hjá Villa í ár, og miðvallarin skoraði til 1-0 í London í dag (Mynd: EPA)

[object Object]
Villa fekk 1-1 javnleik á olympiska leikvøllinum í London, og tað var nóg mikið (Mynd: EPA)

Júst Arsenal var við til at senda Watford niður. Bournemouth greiddi sína skyldu við 3-1 sigri á Everton, men tað rakk ikki til 17. pláss. Aston Villa fekk eitt stig og fullførdi eina flotta "yvirlivingsætlan". Liðformaðurin Jack Grealish skoraði til 1-0 fimm fyri leiklok, í sínum møgulgia seinasta dysti fyri felagið fyribils, men minuttin eftir gjørdist tað aftur heldur spennandi fyri Villa, tá West Ham javnaði. Tað bar tó á mál hjá liðnum hjá Dean Smith. Watford og Bournemouth fluttu upp í Premier League 2015 - harvið gjørdist steðgurin hjá hesum feløgunum í fremstu røð fimm ár. 

[object Object]
Watford tapti 3-2 í London, og so var lagnan greið (Mynd: EPA)

[object Object]
Tað varð hon eisini hjá Eddie Howe og hansara monnum eftir úrslitini í dag. Venjarin førdi Bournemouth upp við fleiri uppflytingum, men nú er tíðin hjá suðurenska felagnum í fremstu røð fyribils av (Mynd: EPA)

Liverpool kom afturum beinanvegin í Newcastle, men vann 3-1 og fullførdi eitt frálíkt kappingarár. Liðið hjá Klopp endaði á 99 stigum - tað er tað hægsta stigatalið nakrantíð hjá Liverpool.

[object Object]
David Silva takkaði fyri seg í ljósabláum (Mynd: EPA)

Í Manchester vísti City gott álopskent spæl, tá greiði niðurflytarin Norwich vitjaði og David Silva spældi fyri seinastu ferð fyri City - eftir tíggju ár, 433 dystir í Premier League og fýra meistaraheiti endaði tíðin hjá spanska bóltsnillinginum í Manchester fimm minuttir fyri leiklok. Kevin De Bruyne javnaði 17-ára gamlia metið hjá Thierry Henry fyri mest upplegg uppá eitt kappingarár (20), tá miðvallarin legði upp til 3-0 málið hjá Raheem Sterling. Belgiski leikarin skoraði tvey mál. Ederson helt málið reint fyri 16. ferð í ár - flest av øllum í Premier League.

Premier League byrjar aftur 12. september.

38. umfar
Arsenal - Watford 3-2 (3-1)
Burnley - Brighton 1-2 (1-1)
Chelsea - Wolves 2-0 (2-0)
Crystal Palace - Tottenham 1-1 (0-1)
Everton - Bournemouth 1-3 (1-2)
Leicester - Manchester United 0-2 (0-2)
Manchester City - Norwich 5-0 (2-0)
Newcastle - Liverpool 1-3 (1-1)
Southampton - Sheffield United 3-1 (0-1)
West Ham - Aston Villa 1-1 (0-0)

Endaliga støðan: 
1. Liverpool 98
2. Manchester City 81
3. Manchester United 66
4. Chelsea 66
5. Leicester 62
6. Tottenham 59
7 Wolves 59
8. Arsenal 56
9. Sheffield United 54
10. Burnley 54
11. Southampton 52
12. Everton 49
13. Newcastle 44
14. Crystal Palace 43
15. Brighton 41
16. West Ham 39
17. Aston Villa 35
18. Bournemouth 34
19. Watford 34
20. Norwich 21

Toppskjúttar:
Jamie Vardy (Leicester) 23 mál 
Pierre Emerick-Aubameyang (Arsenal) 22 mál
Danny Ings (Southampton) 22 mál

Flest upplegg: 
Kevin De Bruyne (Manchester City) 20
Trent Alexander-Arnold (Liverpool) 13
Andy Robertson (Liverpool) 12

Ársins leikari (FWA Player of The Year):
Jordan Henderson (Liverpool)

Hildið málið reint oftast:
Ederson (City) 16
Allison (Liverpool) 15
Nick Pope (Burnley (15)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder