Fótbóltur

Chelsea og West Ham fóru framvið Liverpool

Chelsea hevur bert latið eitt mál inn í fimm Premier League-dystum undir Tuchel - Timo Werner skoraði sítt fyrsta Premier League mál í 100 dagar.

Thomas Tuchel hevur fingið eina heilt góða byrjan í Chelsea (Mynd: EPA)

Thomas Tuchel hevur fingið eina heilt góða byrjan í Chelsea (Mynd: EPA)

2021-02-16 15:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni tykist stríðið um meistaraheitið í Premier League ikki til at vera spennandi. Manchester City hevur vunnið ellivu dystir á rað og er sjey stig frammanfyri Leicester og Manchester United við einum dystum færri.

Meistararnir í fjør eru úti av stríðnum. Liverpool er 13 stig aftanfyri City og hevur leikt ein dyst fleiri, og ringa gongdin hjá Klopp og hansara monnum tykist ongan enda taka. Nú snýr tað seg um at enda í topp-fýra og standa seg væl í Champions League. Liverpool spælir í kvøld ímóti Leipzig í seinnu nevndu kapping - í Premier League er liðið nú á 6. plássi.

Hetta er greitt eftir tryggu sigrarnar hjá West Ham og Chelsea í gjárkvøldið. London-feløgini høvdu bæði ein dyst færri enn Liverpool og eru nú frammanfyri meistararnar.

West Ham vann 3-0 á Sheffield United, og liðið hjá David Moyes hevur bert tapt ein Premier League-dyst í 2021 - móti Liverpool - og er óvæntað á 5. plássi.

[object Object]Moyes og hansara menn hava havt nógv at fegnast um í seinastuni (Mynd: EPA)

[object Object]Werner fegnast, eftir at hann endliga fekk hol á aftur (Mynd: EPA)

Chelsea skoraði bæði málini móti Newcastle stutt fyri hálvleik. Tað seinna stóð Timo Werner, ið eisini átti stóran leiklut í 1-0 málinum, fyri. Dýrtkeypti týskarin hevur verið fyri atfinningum fyri ov fá mál, og hetta var fyrsta málið hjá áleyparanum í Premier League í 100 dagar, síðani 7. november, og tað fyrsta í júst 1.000 leikminuttir. 

Chelsea hevur bert latið eitt mál inn í fimm Premier League-dystum undir Thomas Tuchel, har liðið er ósigrað. Hetta er tað sama, sum José Mourinho megnaði, tá hann kom til felagið í 2004, og Chelsea er nú nummar fýra á Premier League.

Premier League 
Mánadagin 15.02

Chelsea - Newcastle 2-0 (2-0)
31' Oliver Giroud 1-0
39' Timo Werner 2-0

West Ham - Sheffield United 3-0 (1-0)
41' Declan Rice (br.) 1-0
58' Issa Diop 2-0
96' Ryan Fredericks 3-0

Støðan í oddinum:
1. Manchester 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder