Fótbóltur

Chelsea setti Manchester United uppá pláss

Talan verður um eina grannauppgerð í FA Cup finaluni í ár, har Arsenal og Chelsea hittast.

Fegnir Chelsea leikarar eftir, at Oliver Giroud hevur skorað til 1-0. (Mynd: EPA)

Fegnir Chelsea leikarar eftir, at Oliver Giroud hevur skorað til 1-0. (Mynd: EPA)

2020-07-20 08:10 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Hálvfinalurnar í FA Cup hava verið um vikuskiftið.

Leygardagin vann Arsenal 2-0 á Manchester City við tveimum málum frá Pierre-Emerick Aubameyang.

Sunnudagin hittust Manchester United og Chelsea í hinari hálvfinaluni. Chelsea var omaná í einum fyrra hálvleiki uttan nógvar stórar málmøguleikar. Tó kom eitt mál fyri steðgin, tá Oliver Giroud legði Chelsea  á odda, tá ellivu minuttir vóru leiktir av yvirtíðini í fyrra hálvleiki. Tað vóru fleiri steðgir í spælinum í fyrra hálvleiki, sum gjørdi at tað bleiv spælt heili fimtan minutti longri enn teir 45 minuttirnir. Serliga tann eini steðgurin var langur, tá Eric Bailly hjá Manchester United fekk ein skaða í høvdið.

Tá bert ein minuttir var farin av seinna hálvleiki økti Mason Mount til 2-0 við einum langskotið, har United málverjin David De Gea ikki sá alt ov gott út.

Manchester United megnaði ongantíð veruliga at koma inn í dystin aftur og leggja Chelsea undir trýst. Eitt korter fyri tíð økti Chelsea til 3-0, tá United liðformaðurin Harry Maguire var óheppin at senda bóltin í egið mál. Manchester United fekk pynta uppá úrsliti til seinast, tá Bruno Fernandes skoraði uppá brotsspark.

Sostatt er greitt, at talan verður um eina grannauppgerð í FA Cup finaluni í ár, har London liðini Arsenal og Chelsea hittast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder