Í fjør byrjaði Manchester City sína ferð móti meistaraheitinum og yvir 100 stigum á útivølli móti Brighton. Í dag endaði liðið hjá Guardiola enn eitt frálíkt kappingarár á sama leikvølli. Hesaferð gjørdist tað til beint undir 100 stig, men tað var akkurat nóg mikið til at halda Liverpool aftanfyri seg og til at taka sítt fjórða Premier League heitið - tey eru øll vunnin innan tey seinastu átta árini.
Tað stóð nógv á hjá City, og eina løtu lá tað væl til Liverpool. Saido Mané legði liðið hjá Klopp á odda í 17. minutti á Anfield, og nakrar minuttir seinni í hinum endanum av landinum stútaði Glenn Murphy eitt hornaspark í málið. Men City svaraði aftur, sum eitt meistaralið ger, og í álopinum eftir javnaði Aguero við frálíkum málið. Tìggju minuttir seinni átti útliðið tørn at skora í samband við hornaspark, tá miðverjin Laporte ótarnaður slapp at leggja City á odda.
Í 2. hálvleiki royndi útliðið at avgera dystin, og hetta eydnaðist við málum frá Mahrez og Gündogan. Harvið vann Manchster City sínar seinastu 16 dystir. Liverpool vann teir seinastu níggju, og tapti bert ein dyst í kappingarárinum. Tað var útidysturin móti City 3. januar, og hetta gjørdist dýrt. 97 stig er nógv tað hægsta stigatalið, ið eitt lið er endað á 2. plássi við - nóg mikið til at vinna Premier League í einum hvørjum øðrum árið. Liverpool-fjepparar noyðast at bíða minst eitt ár afturat eftir ein ótrúligan dyst um meistarahetið, ið City aftur fór avstað við.
Liverpool kann tó framvegis vinna Champions League - City kann fullføra eitt heimligt "treble", um liðið vinnur FA Cup-finaluna á Watford.
Aðrastaðni var m.a málveistla, og United leið enn eitt pínligt tap. Liðið hjá Solskjær skal spæla Europa League-fótbólt næsta ár, meðan Chelsea og Tottenham hava spælt seg í Champions League. Arsenal skal møguliga eisini við í størstu evropeisku kappingini. Hetta gerst veruleiki, um liðið vinnur London-finaluna á Chelsea í Baku. Cardiff, Fulham og Huddersfield flyta niður. Premier League byrjar aftur um tríggjar mánaðir.
38.umfar:
Brighton - Manchester City 1-4
Liverpool - Wolves 2-0
Burnley - Arsenal 1-3
Tottenham - Everton 2-2
Crystal Palace - Bournemouth 5-3
Fulham - Newcastle 0-4
Leicester - Chelsea 0-0
Manchester United - Cardiff 0-2
Southampton - Huddersfield 1-1
Watford - West Ham 1-4
Endaliga støðan:
1. Manchester City 98
2. Liverpool 97
3. Chelsea 72
4. Tottenham 71
5. Arsenal 70
6. Manchester United 66
7. Wolves 57
8. Everton 54
9. Leicester 52
10. West Ham 52
11. Watford 50
12. Crystal Palace 49
13. Newcastle 45
14. Bournemouth 45
15. Burnley 40
16. Southampton 39
17. Brighton 36
18. Cardiff 34
19. Fulham 26
20. Huddersfield 16
Tríggir leikarar deild heiðurin sum toppskjútti: Salah hevði skotið 22 mál undan umfarinum, og liðfelagið hansara Mané og Aubameyang hjá Arsenal skoraðu báðir tvey mál í dag, og komu eisini uppá 22 mál.
Fótbóltur
City koyrdi enn eitt meistaraheiti heim
Í fjør var tað Manchester City og øll hini; í ár var Liverpool við allan vegin og var eina løtu í dag á meistarakós.
City gjørdi arbeiði liðugt í Brighton í dag (Mynd: EPA)
2019-05-12 16:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald