Nýggjur venjari er settur til a-landsliðið hjá kvinnum. Talan er um danan Claus Mogensen.
Claus er 50 ára gamal og hevur drúgvar royndir sum venjari í bæði donskum, norskum og turkiskum hondbólti. Claus hevur vunnið tvey silvurmerki við Byåsen í bestu norsku kvinnudeildini og var valdur til ársins venjara í Noreg í 2016. Claus vandi kvinnurnar hjá København Håndbold frá 2016-2022, har hann eisini vann danska meistarheitið í 2018. Claus verður venjari hjá Horsens komandi kappingarár, samstundis sum hann verður venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum.
- Eg eri glaður fyri at fáa møguleikan at venja føroyska landsliðið. Tað er komin ein hondbóltseufori í Føroyum seinastu árini, sum fá lond hava. Við tí í tonkunum, og flottu menningini upp á stutta tíð gera, at eg trúgvi uppá, at vit kunnu ganga í fótasporunum hjá monnunum, og tryggja okkum luttøku til endaspæl innan fá ár, sigur Claus Mogensen.
- Vit eru serstakliga glað fyri, at tað hevur eydnast at fáa Claus Mogensen sum venjara til kvinnurnar. Úrslitini hjá Claus tala fyri seg og halda vit, at hann er ein venjari, sum flyta kvinnulandsliðið næstu stigini. Claus er ein forvitin og modernaður venjari, sum riggar væl til okkara spælistíl og sum kann vera við til at menna okkara ungu landsliðsleikarar, sigur Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóri í HSF.
Claus tekur við starvinum við dags dato og hevur fyrstu venjingarnar saman við kvinnulandsliðnum í komandi viku. Sáttmálin er í fyrstu atløgu galdandi til 1. januar 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald