Ein av fótbóltsspælarunum, sum veruliga gjørdu vart við seg í HM kappingini í Katar her fyri, fær nú nýggjan arbeiðsgevara.
Talan er um niðurlendska Cody Gakpo, ið skoraði trý mál í bólkaspælinum, og sum síðan hevur staðið á ynskilistanum hjá fleiri evropeiskum stórfeløgum.
Nú skiftir hann PSV Eindhoven út við Liverpool. Tað upplýsir PSV.
23 ára gamli áleyparin fer til Onglands, har hann skal gjøgnum neyðugar royndir áðrenn skiftið er komið upp á pláss, framgongur tað á heimasíðuni hjá niðurlendska felagnum.
Sambært tíðindaskrivinum er ongin av pørtunum áhugaður í at upplýsa, hvat Gakpo er seldur fyri, men talan er um ein methandil, sigur stjórin í niðurlendska felagnum, Marcel Brands.
Hetta merkir, at Gakpo kostar meira enn 45 milliónir evrur, ella umleið 335 milliónir danskar krónur, sum PSV fekk fyri meksikanska Hirving Lozano, tá hesin varð seldur til italska felagið, Napoli.
Gakpo hevur verið liðskipari hjá PSV, og hevur skorað níggju mál í 14 dystum higartil í kappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald