Fótbóltur

Conte tekur nú yvir í Tottenham

52-ára gamli italiumaðurin, ið hevur vunnið Premier League og FA Cup við Chelsea og sum vann Serie A við Inter síðsta kappingarár, hevur skrivað ein sáttmála fyri 18 mánaðir. Conte avloysir Nuno Espírito Santo, ið bert fekk fýra mánaðir í sessinum.

Antonio Conte er í dag settur sum Tottenham-venjari og vendur harvið aftur til Onglands og London, har hann í tvey ár stóð á odda fyri Chelsea

Antonio Conte er í dag settur sum Tottenham-venjari og vendur harvið aftur til Onglands og London, har hann í tvey ár stóð á odda fyri Chelsea

2021-11-02 12:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan dystinum á Tottenham Hotspur Stadium í 10. umfari í Premier League sunnudagin varð mett, at Ole Gunnar Solskjær var undir so stórum trýsti, at eitt ringt United-úrslit og avrik fór at kosta honum starvið. Liðið reisti seg tó partvíst eftir 0-5 eyðmýkingina móti Liverpool við at vinna 3-0 í London, uttan at Kane og co. høvdu eitt skot uppá mál

Hetta endaði við at kosta hinum høvuðsvenjaranum starvi. Eftir eina frálíka byrjan í Premier League við sigri á Manchester City og fullum stigatali áðrenn fyrsta landsliðssteðg, hevur tað gingið niðureftir hjá Tottenham, ið hevur tapt fimm og vunnið tveir útav sjey teimum seinastu Premier League-dystinum. Liðið hevur bert fýra stig í trimum dystum í Conference League, har Spurs burdi verið greitt sterkast í bólkinum. Harry Kane hevur bert eitt mál í Premier League, og ymiskt órógv hevur verið kring Nuno Esperito Santo, sum í gjár fekk sekkin eftir bert fýra mánaðir í sessinum í London.

[object Object]
Nuno Esperito Santo fekk heilt góða byrjan við Tottenham, men seinastu tveir mánaðirnir hava verið tungir (Mynd: EPA)

Tað verður ein italumaður, ið avloysir portugisan. Antonio Conte var fyrstaval hjá Tottenham í summar, men sigur við heimasíðu felgsins á tá vóru sárini frá buldrasliga endanum í Inter Milan ov frísk. Conte leiddi felgið til sítt fyrsta meistaraheitið síðani 2010, men hóast eitt "Scudetto" vildi leiðslan skera niður í hópinum og í lønini hjá leikarum og Conte. Tað fann 52-ára gamli venjarin seg ikki í, og eftir at hann seinastu vikurnar hevur verið settur í samband við Manchester United, hevur hann nú skrivað undir ein 18-mánaða sáttmála við Tottenham, ið kann leingjast við einum ári. Sambært bretskum miðlum fær Conte áleið 15 milliónir pund fyri hvørt kappingarár.

Tottenham hevur bert vunnið eittans steyp í hesari øldini - League Cup í 2008 - men maðurin, ið Daniel Levy nú hevur sett, er vanur við at vinna. Fyrst sum leikari og liðformaður hjá Juventus í nítiárinum, síðani tríggjar "Scudettos" sum venjari hjá Juventus tíðliga í síðsta áratíggju og Premier League og Fa Cup við Chelsea í ávíkavist 2017 og 2018. Hann hevur næthægst sigursprosent í Premier League av venjarum, ið hava fleiri enn 50 dystir - Guardiola hevur hægst. 

Tottenham er í løtuni á níggjunda plássi við 15 stigum. Hósdagin er Vitesse Arnhem á skránni í Conference League - sunnudagin er tað Everton í Liverpool.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder