Fótbóltur

Courtois spælir ikki Super Cup finalu í kvøld

Real Madrid gloymdi at skráseta nýggja málverjan.

2018-08-15 17:22 Author image
Ari av Rana
placeholder

Belgiski málverjin Thibaut Courtois skifti í síðstu viku úr Chelsea til Real Madrid. Í kvøld skuldi hann spæla sín fyrsta dyst fyri nýggja felagið, tá Real Amdrid og Atletico Madrid bresta saman í Super Cup. Men so verður ikki.

Enski tíðindamiðilin Metro skrivar í dag, at Courtois ikki verður við, tí at Real Madrid hava gloymt at skráseta nýggja málverjan til dystin. Ístaðin verður tað Keylor Navas, sum verjir Real Madrid málið í kvøld.

Real Madrid keyptu Courtois fyri 300 milliónir krónur, og hansara fyrsti dystur verður allarhelst í næstu viku, tá Real Madrid setur hol á spanska kappingarárið móti Getafe.

Super Cup dysturin millum Real Madrid og Atletico Madrid byrjar klokkan 20 í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder