Fótbóltur

Dan Brimsvík og 07 Vestur farin hvør til sítt

07 Vestur hevur ongan dyst vunnið í ár og er greitt aftast í Betrideildini - Sigtór Petersen skal fyribils standa við ábygdini. Hetta er triðja árið á rað, at 07 Vestur skiftir venjara mitt í kappingarárinum.

- Úrslitini hava ikki verið eftir vild, og tað er eyðsæð at okkurt má gerast, fyri at venda gongdini. Hetta staðfestir formaðurin hjá 07 Vestur, Jens Kristian Haraldsen. Dan Brimsvík er, eftir samanlagt 13 stig í 22 landskappingardystum, ikki longur í felagnum (Mynd: 07 Vestur)

- Úrslitini hava ikki verið eftir vild, og tað er eyðsæð at okkurt má gerast, fyri at venda gongdini. Hetta staðfestir formaðurin hjá 07 Vestur, Jens Kristian Haraldsen. Dan Brimsvík er, eftir samanlagt 13 stig í 22 landskappingardystum, ikki longur í felagnum (Mynd: 07 Vestur)

2025-05-12 17:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit eru sera hørm um at verða komin hartil, men úrslitini hava ikki verið eftir vild, og tað er eyðsæð at okkurt má gerast, fyri at venda gongdini.

Soleiðis sigur Jens Kristian Haraldsen, formaður í 07 Vestur, nú felagið hevur tikið avleiðingina av vánaligu byrjanini hjá 07 Vestur. 

Felagið hevur framvegis ongan sigur í 2025: Eitt stig eftir níggju umfør - fyrsta triðing - í Betrideildini og úti av steypakappingini beinanvegin.

Dan Brimsvík tók við eftir Steffan Landro í juni í fjør. Havnarmaðurin fekk 13 stig í 22 landskappingardystum hjá 07 Vestur.

Tapið móti EB/Streymi á heimavølli sunnudagin, sum venjarin ikki beinleiðis kann lastast fyri, varð seinasta uppgávan hjá Dan sum 07 Vestur-venjari. Liðið hevur fimm stig upp til strikuna og uppflytararnar TB og FC Suðuroy

[object Object]
Dan Brimsvík var høvuðsvenjari hjá B36 í umleið trý og eitt hálvt ár. Har vann hann eina styepakapping og kom fýra ferðir víðari í Evropa, men mitt í 2024 endaði samstarvið - heilt stutt eftir tað tók hann við í 07 Vestur (Mynd: Sverri Egholm)

Sigtór tekur aftur við - umráðandi tíðarskeið

Arbeiðið við at finna nýggjan fastan høvuðsvenjara er farið í gongd í Vágum, væntar felagið at hava eina loysn klára innan stutta tíð.

Til tá stendur ein kendur maður í felagnum við róðrið: Sigtór Petersen.  Sørvingurin hevur áður spælt og verið fyribils venjari hjá besta liðnum, og hevur seinastu árini millum annað verið U-landsliðsvenjari á gentusíðuni. Har hevur Sigtór fingið fleiri góð úrslit.

[object Object]
Sigtór Petersen sum fyribils venjari hjá 07 Vestur í 2017 (Mynd: jn.fo)

[object Object]Her eftir væleydnaða landsliðsuppgávu (Mynd: FSF)

Hetta er triðja árið á rað, at 07 Vestur skiftir høvuðsvenjara mitt í kappingarárinum. Í fjør reyk Landro - í 2023 var Micheal Schjønberg bert í fyrru hálvu.

Næsta uppgáva er á heimavølli móti TB, fríggjadagin 16. mai. Síðani eru B68 og Eb/Streymur á skránni, og 07 Vestur skal hava nøkur stig á kontuna.

Hetta var annað venjaraskifti í fremstu mansedeildini í ár: Sunnudagin 4. mai slitnaði millum HB og Adolfor Sormani.

Dagført: 17.36



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder