Hann hevur verið eyðsýndur á miðvøllinum hjá oddaliðnum í ár, og fyrst í síðstu viku varð kunngjørt, at Dan í Soylu fyri fyrstu ferð varð úttikin til A-landsliðið.
Sandoyingurin er í gongd við sítt triðja kappingarár í HB. 24-ára gamli miðvallarin kom úr EB/Streymi, har hann gjørdi um seg í 2017. Árini frammanudan hevði tekniskt sterki og kviki leikarin spælt á Argjum og áðrenn tað við U18-liðnum hjá HB. Dan er tó uppvaksin á Sandi og í B71.
Dan í Soylu og Brandur Hendriksson, ið avgjørdi dystin í gjár, hava miskt til felag. Brandur er beint yvir eitt hálvt ár eldri enn fyrrverandi liðfelagin í B71 (Mynd: Sverri Egholm)
Í 65. minutti í Nations League-dystinum í gjárkvøldið avloysti Dan Meinhard Egilsson Olsen, sum spældi sín fyrsta A-landsdyst frá byrjan. Tá var støðan 1-1. Átta minuttir seinni legði Malta seg á odda, men Føroyar fingu vent dystinum seinastu minuttirnae við málum frá einum øðrum innskiftara, Andreas Lava Olsen, og frá Brandi Hendrikssyni Olsen, ið eins og Dan hevur spælt í B71 sínu fyrstu ungu ár.
Dan í Soylu hevur spælt 125 dystir í Betrideildini hjá monnum, har hann hevur skorað 20 mál. Hann leikti tveir U21-landsdystir í oktober í 2018, og hevur áður umboðað U19 og U17-landsliðini, sambært FaroeSoccer.
Adrian og Dan til venjing fyrr í vikuni (Mynd: Sverri Egholm)
Sambært yvirlitinum hjá FSF yvir A-landsliðsleikarar síðani 1988, hava 161 leikarar umboðað Føroyar á hesum støðinum áðrenn Dan. Adrian Justinussen, Daniel Johansen, Heðin Hansen og Heri Hjalt Mohr, ið allir eru liðfelagarnir hjá Dan í Soylu í HB, vóru á bonkinum allan dystinum í gjár. Teir hava sín fyrsta A-landsdyst til góðar. Tað hevur KÍ-liðformaðurin Jákup Biskopstø Andreasen eisini.
Hesir fimm verða allir við í ferðalagnum til Andorra seinni í dag, og møguleikin fyri, at í minsta lagi ein av hesum fær debut sunnudagin, er góður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald