
Fyrsti dysturin í 16. umfari av Betrideildini varð spældur í Sarpugerði. Har hittust tvey lið, sum hava evropeisku uppgávur á skránni í næstu viku. Víkingur skal longu spæla Champions League-dyst týskvøldið, og tískil var uppgerðin við KÍ longu í kvøld.
Tað vóru teir, eftir øllum at døma, komandi føroyameistararnir, sum løgdu betri fyri móti verandi føroyameistarunum. KÍ spældi skjótt og væl, og Páll Klettskarð hevði tíðliga stóran møguleika eftir einfalt uppspæl.
Bárður á Reynatrøð bjargaði tó væl, og sum fráleið mentist Víkinga-spælið. Teir í ljósabláum hildu útiliðnum frá vandastøðunum og hóttu oftari í seinnu hálvu av 1. hálvleiki. Beint fyri steðgin burdi Stefan Radosavljevic fingið meira burturúr, tá Olaf Bárðarson spældi hann í dreymastøðu í brotsteignum, men tvøramaðurin rakti als ikki bóltin nóg væl.
Magnus Powell saman við Daniel Johansen sum í dag spældi sín annan dyst fyri KÍ. Í honum var Daniel við at halda málið reint, og hann setti, sum tann einasti, bóltin í málið í Sarpugerði, so at KÍ nú hevur 46 av 48 møguligum stigum (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag)
Nýggjur maður tryggjaði KÍ trý stig
KÍ kom betri í gongd aftur eftir steðgin, og í 64. minutti kom tað, sum vísti seg at verða einsamalla málið í dystinum.
Víkingarnir ruddaðu í fyrstu syftu eitt hornaspark burtur. Árni Frederiksberg fekk bóltin aftur í høgru, hann fann við góðari sending Daniel Johansen, sum var staddur beint yvir tjúgu metrar frá málinum. Daniel setti, eftir eina góða nerting, sítt góða vinstra bein á, og bólturin sníkti seg heilt í høgra málhorn.
Vakurt mál og annað av summarinnkeypunum hjá KÍ heldur fram, har hann slepti í Hillerød í vár í sínum øðrum dysti í felagnum.
Víkingur megnaði ikki at svara aftur, hóast Poul Kallsberg hevði fína frísparksroynd og innskifti Ragnar Skála ikki var langt frá í yvirtíðini, tá skotið var nær við at snýta Mark Jensen. KÍ hevði annars onkrar støður til at økja áðrenn.
Betrideildin 16. umfar
Í dag, hósdagin 3. juli
Víkingur - KÍ 0-1 (0-0)
64' Daniel Johansen (Árni Frederiksberg)
Støðan:
FM nærkast - Evropa í næstu viku
KÍ hevur nú 46 stig av 48 møguligum higartil. Hetta eru bert tvey stig færri, enn liðið hevði í summarsteðginum í 2023; tá Evropa byrjaði. Eins og tá, tykist allur FM-spenningur vera farin í 16. umfari.
HB og NSÍ eru ávikavist 12 og 14 stig aftanfyri í løtuni. KÍ hevur nú spælt tvær ferðir móti øllum liðunum í topp-fimm, so uttan eitt langt Evropa-ævintýr ella eitt hav av skaðum, so bendir als einki á, at tað fer at kiksa hjá teimum krútsterku í kongabláum.
Víkingur er í løtuni á 4. plássi. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen bjóðaði av í dag og kann hóast alt helst brúka inntensa dystin móti KÍ til nakað í evropeisku fyrireikingunum. Tað er týskvøldið, 8. juli, at fyrri dysturin í 1. umfari í Champions League móti Lincoln Red Imps verður.
KÍ skal til Finnlands í næstu viku at spæla í 1. umfari í Conference League. Tann dysturin verður spældur um eina viku, 10. juli. Hallur Hansson fór út við skaða í 2. hálvleiki í dag - sá út til at vera rivjabeinini, ið galið var við.
--------------------------------------------------------
Hinir dystirnir í 16. umfari í Betrideildini
Leygardagin 5. juli
15.00:
TB - NSÍ
FC Suðuroy - 07 Vestur
17.15: B68 - EB/Streymur
Sunnudagin 6. juli
15.00: B36 - HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald