Fótbóltur

Danielsen og Meinhard aftur millum teir fyrstu ellivu

Tveir 23-ára gamlir leikarar avloysa Gilla og Lava.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-10-13 18:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska liðið til dystin móti Andorra er sett.

Gilli Rólantsson Sørensen byrjaði inni á høgra bakki í dystinum móti Lettlandi, eftir at Jóannes Kalsø Danielsen hevði spælt teir tríggjar undanfarnu dystirnar. Nú er høgri bakkurin úr KÍ aftur millum teir fyrstu ellivu. Gilli er ikki heilt í dystarformi, men verður kanska at síggja seinni í dystinum.

[object Object]
Meinhard Olsen í dystinum móti Malta

Meinhard Egilsson Olsen byrjaði inni í tí fyrsta dystinum undir Håkani Ericson. Í dystunum móti Danmark og Lettlandi kom 23-ára gamli álopskendi als ikki á vøllin. Nú fær hann møguleikan at vísa seg aftur. Andreas Lava Olsen er byrjaður inni í teimum báðum undanfarnu dystunum, men í dag verður heldur nýttur sum ein jokari, um tað er.    

Føroyar (4-4-2/4-3-3):
 Teitur Matras Gestsson - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Hansson (L), Jóannes Bjartalíð - Klæmint Andrasson Olsen,  Meinhard Egilsson Olsen, 

Sambært uefa.com verður talan um eina 4-4-1-1, har Meinhard verður beint aftanfyri Klæmint. 

Fyrsta bríksl í dystinum móti Andorra á Tórsvølli verður 19.45

Á bonkinum: Kristian Joensen, Tórður Thomsen, Heini Vatnsdal, Rógvi Baldvinsson, Heðin Hansen, Gilli Rólantsson Sørensen, Ári Mohr Jónsson, Dan í Soylu, Gunnar Vatnhamar, Patrik Johannesen, Andreas Lava Olsen og Jóan Símun Edmundsson.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder