Fótbóltur

Video: Danirnir í Malmö FF argast inná málið hjá Árna Frederiksberg

Teir báðir Søren Rieks og Jens Stryger Larsen, siga at málið hjá evropahetjuni var óneyðugt og at teir vildu ynskt at hildið reint mál í fyrra dystinum móti KÍ.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-07-23 23:27 Author image
Áron Vest
placeholder

Malmø, Svøríki (Portalurin) Vit fingu orðið á tveir av dønunum í Malmö FF eftir post-match tíðindafundin.

Tað er mest sum við ein munn, at teir ásanna at avbjóðingin móti KÍ ikki var løtt, men at teir fegnast um gott úrslit. Tó er tað ein sum aftur argar mótleikararnar: Árni Frederiksberg.

Returdysturin er um eina viku, 30. juli, í Klaksvík.

Champions League 2. umfar, fyrri dystur
Eleda leikvøllurin, týsdagin 23.07
Malmö FF - KÍ 4-1 (3-0)
21' Lasse Johnsen
37' Hugo Bolin
43' Lasse Johnsen
71' Árni Frederiksberg
85' Søren Rieks

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder