Eitt heilt serstakt HM-endaspæl í manshondbólti er komið at enda. Eingir áskoðarar, lið sum vórðu rakt av koronu og búkilsku, og annað sum var øðrvísi enn vanligt. Endliga úrslitið varð tó tað sama sum fyri tveimum árum síðani, tá Danmark vann eftir eina skandinaviska finalu. Í Herning var tað ímóti Noreg frammanfyri yvir 15.000 áskoðarum. Í kvøld var tað í einari næstan manntómari risastórari høll í Kairo móti Svøríki.
Munurin var als ikki eins stórur hesuferð. Fyri tveimum árum síðani gjørdist skjótt greitt, at Danmark fór at vinna á norðmonnum - munurin varð níggju mál - í dag var unga svenska liðið væl við so at siga allan vegin. Í løtum skiftust liðini so at siga at skora, men nakað fyri steðgin komu sviar á odda við tveimum. Danmark fekk tó javnað til 13-13, áðrenn liðini fóru til hálvleiks.
Áðrenn tað var Lasse Svan farin út við skaða. Sera royndi høgri vongurin fekk trupulleikar við tjúkkanum um miðjan fyrra hálvleik, og av tí at Jóhan á Plógv Hansen ikki var millum teir sekstan á dómaraseðlanum, so var eingin nátúrligur avloysari til plássið. Mathias Gidsel, ið var vongur sum ungdómsleikari, varð fluttur av bakkinum, og Nikolaj Øris kom inn á høgra bakk og skoraði fimm mál uppá fimm skotroyndir. Í 2. hálvleiki spældu Mads Mensah og Mikkel Hansen fyri tað plássið, tí kviki Jacob Holm kom á vøllin. 25-ára gamli vinstri bakkurin úr Füchse Berlin gjørdi vart við seg við at seta meira ferð á danska álopsspælið og skoraði fýra mál. Hetta var við til at skapa leiðsluna, sum Danmark tók seinna partin av 2. hálvleiki.
Tað vóru eisini broytingarnar í verjupartinum við til. Nikolaj Jakobsen valdi at spæla 5-1 fyri at tálma Jim Gottfriedsson, ið ofta kom nær við verjuna og bjóðaði av, og tað var "eitt'arin", Magnus Saugstrup, ið varð ein lykil har. Strikuleikarin úr Aalborg fekk tvær útvísingar í 1. hálvleiki og var tí á bonkinum eina løtu. 24-ára gamli Saugstrup hevur fingið sítt altjóða gjøgnumbrot í Egyptalandi, og hann gjørdi tað, sum hinir donsku strikuleikararnir ikki megnaðu: At skora trygt tá bóltarnir vórðu spældir inn. Niklas Landin varð so sanniliga eisini umráðandi. Heimsins besti hondbóltsleikari í 2020 hevði fleiri stórar og umráðandi bjargingar sum seinni hálvleikur leið, og tað gjørdi, at Danmark fór frá svium og helt leiðsluna. Munurin var nakrar ferðir á trimum málum, og Landin forðaði sviium at koma nærri enn tvey mál.
Harvið gjørdist Danmark tann fjórða tjóðin, sum hevur megnað at vinna HM í manshondbólti tvær ferðir á rað: Svøríki tvey tey fyrstu endaspølini í 50'árunum, Rumenia í 1970 og 1974, Frakland í 2009 og 2011 og aftur í 2015 og 2017. Nikolaj Jakobsen og hansara menn vunnu sannførandi á heimavølli í 2019 - tað var fyrsta HM-gullið hjá Danmark nakrantíð - og danir vunnu aftur uppiborið hesuferð. Avgerandi dystirnir vóru meira javnir hesuferð, men Danmark vann allar níggu dystirnar í Egyptalandi. Mikkel Hansen, ið varð toppskjútti í finaluni við seks málum, varð kosin mest virðismikli leikari í kappingini.
Silvurið smakkar helst ikki svium væl, men tað var ógvuliga óvæntað at liðið við níggju monum, ið vóru til sítt fyrsta endaspæl, við einum nýggjum venjara og sum var rakt av koronu og sóttarhaldi áðrenn fráferð til Egyptalands. Tískil vera teir helst nøgdir, tá teir líta aftu. Finalan var eisini inntens og spennandi. Men tað gjørdist greitt, at danir kunnu fara heim aftur við gullsteypinum.
HM-finalan
Kairo 31.01
Danmark - Svøríki 26-24 (13-13)
Toppskjútti: Mikkel Hansen 6 mál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald