HM í manshondbólti 2021 í Egyptalandi hevur verið í gongd í ellivu dagar, og nú er bert eitt umfar eftir í millumumfarinum. Trý lið hava spælt seg í fjórðingsfinalurnar - tað er stórur spenningur um helmingin av plássunum.
Danmark er eitt av liðunum, sum er víðari, og danir eru teir einastu, ið hava tryggjað sær 1. plássi. Harvið skulu teir spæla ímóti liðnum, sum endar nummar tvey í bólki. Har er tað púra opið, tí fýra lið skulu í kvøld stríðast um tey tvey plássini. Talan er um innanhýsis dystir, ið helst verða heilt spennnandi. Svøríki og Egyptaland standa seg bæði við javnleiki.
Mikkel Hansen og Jóhan á Plógv Hansen vóru uttanfyri danska hópin til dystin móti Japan í gjárkvøldið. Orsøkin var, at teir vóru raktir av búkilsku - helst er talan um mateitran. Danska liðið vann at enda trygt (34-27), men japanar bjóðaðu av álvara av. Sera skjóta spælið gjørdi tað trupult hjá donsku verjuni, men seinasta korterið fór Danmark, ið enn einaferð so at siga ongar trupulleikar hevði við at skora, frá.
Emil Jakobsen gjørdist toppskjútti í sínum fyrsta dysti í einum endaspæli. 22-ára gamli GOG vongurin spældi allan fyrra hálvleik og kom inn til brotsspørk í 2. hálvleiki og fekk 12 mál. Í seinastu viku fekk hann staðfest koronu aftur, men síðani hevur hann havt fleiri negativar kanningar.
Danmark skal í morgin spæla ein dyst, sum ongan veruligan týdning hevur fyri liðið, men fyri Kroatia hevur hann alt at siga. Í kvøld skulu millum annað norðmenn royna at stríða seg víðari.
Sí yvirliti niðanfyri, har teir dystirnir við týdnini eru settir inn, og møguleikarnir í hvørjum bólki eru settir stutt upp
Bólkur 1
Ungarn 8 stig
Spania 7 stig
Týskland 4 stig
Pólland 4 stig
Brasil 1 stig
Uruguay 0 stig
Í morgin - 25. januar
17.00: Ungarn - Spania (um fyrsta plássið í bólkinum)
Bólkur 2:
Danmark 8 stig
Argentina 6 stig
Kroatia 5 stig
Katar 4 stig
Japan 1 stig
Bahrain 0 stig
Í morgin - 25. januar
17.00: Argentina - Katar (Argentina kemur víðari, um liðið fær stig - Katar skal vinna, og vóna at Danmark vinnur á Kroatia)
19.30: Danmark - Kroatia (Kroatia skal vinna, og vóna at Katar vinnur á Argentina)
Bólkur 3
Frakland 8 stig
Noreg 6 stig
Portugal 6 stig
Sveis 2 stig
Ísland 2 stig
Algeria 0 stig
Í dag - 24. januar
17.00: Ísland - Noreg (Noreg er víðari við sigri og um Portugal ikki fær fult móti Fraklandi)
19.30: Portugal - Frakland (Frakland skal bert ikki tapa við fimm málum ella meira - Portugal kemur helst víðari við sigri)
Bólkur 4
Svøríki 6 stig
Egyptaland 6 stig
Slovenia 5 stig
Russland 5 stig
Hvítarussland 2 stig
Norðurmakedónia 0 stig
Í dag - 24. januar
17.00: Slovenia - Egyptaland (Beinleiðis uppgerð um at koma víðari - vertirnir hava nóg mikið við javnleiki)
19.30: Russland - Svøríki (Beinleiðis uppgerð um at koma víðari - sviar koma víðari við sigri ella javnleiki)
Dagførd kl. 11.38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald