Fótbóltur

Danmark og Ísland bresta saman í kvøld

Hetta er fyrsti dystur hjá liðunum í endaspælinum, og tað er Guðmundur Guðmunsson móti sínum gamla liðið. Ivasamt er, hvussu stóran leiklut tveir av lyklaleikarunum í danska hópinum fáa í kvøld. Jóhan á Plógv er við, men tríggir sum vanliga eru vera á áskoðaraplássinum.

2020-01-11 15:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann einasti av teimum seks bólkunum í EM-endaspælinum, har eingin dystur hevur verið leiktur enn, er bólkur E. Har eru Danmark og Ísland við, og londini hittast í kvøld í Malmö. Seks dystir eru samanlag tí kvøld; stórdystur er í Trondheim, har Spania og Týskland bresta saman

Skráin leygardagin: 

Bólkur E: 
17.15: Danmark - Ísland 
19.30: Russland - Ungarn

Bólkur A: 
17.15: Kroatia - Hvítarussland 
19.30: Montenegro - Serbia

Bólkur C: 
17.15: Lettland - Holland
19.30: Spania - Týskland  

Í 2016 førdi Guðmundur Guðmundsson Danmark til fyrsta OL-gulli í søguni. Finalusigurin í Rio er ein av heilt stóru ítróttarhendingunum hjá dønum hesa øldina. Í trimum øðrum endaspølum gekk ikki serliga væl, og í tí seinasta, HM í 2017, varð Danmark sligið út longu í áttandapartsfinaluni. Eftir hetta steðgaði Guðmundur Guðmundsson. Tá var longu greitt, at sáttmálin millum partarnar ikki fór at verða longdir. DHF og íslendingurin vóru ósamdir um ymiskt viðurskifti, og undir OL høvdu Ulrik Wilbek og aðrir frá hondbóltssambandinum havt fundir um støðuna hjá venjaranum, og nógv órógv kom í, so at lítil gleði var um OL-gullið

[object Object]
Guðmundur Guðmundsson og hansara leikarar stórfegnast um gullið eftir seinastia bríksl í finaluni móti Fraklandi; hetta fánaði tó skjótt - serliga hjá íslendska venjaranum (Mynd: Sverri Egholm)

Nú, trý og eitt hálvt ár eftir hendingaríku dagarnar í og eftir Rio, hittast Guðmundur og Danmark í einum endaspæli. 59-ára gamli venjarin er við at byggja eitt nýtt lið upp í Íslandi, og tað skal í Malmö í kvøld royna at bjóða heimsmeistarunum av. Danski landsliðsvenjarin er greiður yvir, at altíð sera væl fyririekaði íslendski venjarin er eyka uppsettur til hendan dystin og kennir væl danska liðið. Leikararnir kenna væl Guðmund Guðmundsson, og hava í donsku miðulum sagt, at hann er ógvuliga nærlagdir, og gera greitt at hetta verður ein ógvuliga trupul byrjan uppá kappingina fyri Danmark.

Donsku fyrireikingarnar hava eisini verið haltandi. Ikki tí; góðskan í spælinum í Golden League dystunum í Fraklandi seinasta vikuskifti var frálík, men nógvir av føstu leikararnir hava verið skaðadarvaðir. Nikolaj Jacobsen sigur, at hendan vikan hevur verið at kalla ræðulig, tí liðið hevur als ikki fingið vant við fullari ferð.

[object Object]36-ára gamli Lasse Svan er vanligt greitt fyrstavl á høgra vongi, men skaðar hava lagt honum meinbogar í vegin í fyrireikingunum. Hann er í ikki í EM-hópinum, sum nú er, men fer at avloysa Jóhan á Plógv, um hann gerst til reiðar (Mynd: EPA)

Lasse Svan er úti við skaða í økslini og tjúkkanum, og Jóhan á Plógv Hansen er harvið partur av EM-hópinum. Tað er óvist, hvuss leingi Svan ikki er tøkur, men mett verður at hann í fyrsta lagi verður skiftur inn til millumumfarið, um so er. Eisini er óvist, hvussu stóran leiklut 24-ára gamli føroyingurin fær í kvøld. Tað er væl møguligt, at toppskjúttin í Bundesligaini og superveteranurin, Hans Lindberg, spælir allan dystin á høgra vongi.

Magnus Landin, ið er fyrstaval á vinstra vongi fekk ein skaða í eina tá til Golden League. Tískil skal Magnus Bramming røkja plássi í sínum fyrsta dysti í einum endaspæli. Rasmus Lauge spældi ikki seinast vikuskifti men er í hópinum. Óvist er, hvussu nógv hann fær at spæla í kvøld. Tað var heldur óvæntað, at Morten Olsen ikki var ímillum teir 16 á listanum hjá Nikolaj Jakobsen til endaliga EM-hópin. Spælskiparin hevur havt eitt frálíkt kappingarár í Hannover-Burgdorf, og verður helst skiftur inn einaferð í kappingini. Nógv bendir á, at Jannick Green verður at síggja í málinum í kvøld. Hann stóð sera væl móti Noregi í Golden League, og Niklas Landin hevur verið darvaður av sjúku síðani hósmorgunin. Tað var ivasamt, um ein av heimsins allarbestu málverjum yvirhøvur fór at vera í hópinum til í kvøld.

Danski hópurin:

Málverjar: 
Niklas Landin, THW Kiel 
Jannick Green, SC Magdeburg 

Vongleikarar:
Magnus Bramming, TTH Holstebro 
Hans Lindberg, Füchse Berlin
Johan Hansen, Bjerringbro-Silkeborg 

Strikuleikarar:
René Toft Hansen, S.L. Benfica
Anders Zachariassen, Flensburg-Handewitt 
Magnus Saugstrup, Aalborg Håndbold

Bakspælarar:
Niclas Kirkeløkke, Rhein-Neckar Löwen
Rasmus Lauge, Veszprém KC
Mikkel Hansen, PSG Paris 
Henrik Møllgaard, Aalborg Håndbold 
Mads Mensah, Rhein-Neckar Löwen 
Jacob Holm, Füchse Berlin 
Michael Damgaard, SC Magdeburg 
Lasse Andersson, FC Barcelona

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder