Heilt jaliga søgan í HM-endaspælinum í Egyptalandi hevur verið Svøríki. Tað var ikki so nógv væntað av svenska liðnum, ið fór til norðurafrikanska landið, eftir at hava verið í sóttarhaldi í eina viku og uttan fleiri av leikarunum, ið hava myndað liðið seinastu árini. Ikki tí; Svøríki hevur ofta staðið seg heilt væl í manshondbólti og vann millum annað tvey tey fyrstu HM-endaspølini (1954 og 1958) og var ógvuliga sterkt kring aldarskifti, tá "Bengan Boys" vunnu trý EM-endaspæl á rað og vóru í trimum HM-finalum á rað. Teir vunnu tí einu, og hon var í júst Egyptalandi í 1999, har sviar bastu Russlandi, ið var hitt stórveldi ta tíðina. Svøríki hevur møguleika á ein hátt endurtaka bragdið nú 22 ár seinni.
Tað er greitt, eftir at Svøríki greitt basti Fraklandi í fyrru hálvfinaluni, ið var í Kairo í kvøld. Frakland var annars favorittur, men ósigraða liðið fekk ongantíð veruliga fótin fyri seg í kvøld. Sviar spældu sannførandi ig høvdu leiðsluna so at siga allan dystin. Í stegðinum var munurin trý mál, og hann var tvífaldaður, tá seinasta bríksl yvirhøvur ljóðaði. Vinstri vongurin Hampus Wanne gjørdi vart við seg við ellivu málum, men talan var um eitt sterkt liðavrik, og norski venjarin Glenn Solberg hevur staðið seg heilt væl í sínum fyrsta endaspæli.
Jim Gottfriedsson í gjøgnumbroti (Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Grannarnir fyri vestan bíða í finaluni sunnudagin. Hetta var aðru ferð á rað, at Danmark spældi seg í eina HM-finalu, og tað er fjórðu ferð seinastu seks HM-endaspølini. Í 2013 vórðu danir eyðmýktir í finaluni móti sponsku vertunum, men í kvøld var Danmark á odda í 59 minuttir og tjúgu sekund, og tað bar á mál, hóast Spania av álvara bjóaðaði av.
Hvørjaferð munurin gjørdist fleiri mál, so stríddi Spania seg nærri aftur: Tá tíggju minuttir vóru eftir av 1. hálvleiki var 13-8, men í stegðinum var 18-16, og tá seks minuttir vóru eftir av dystinum var 33-29, men Spania hevði í seinasta minuttinum møguleikan fyri at javna. Tað eydnaðist tó ikki. Skotið rakti yvirleggjaran og small niður í gólvið beint frammanfyri mállinjuna, Danmark kundi fara í álop og spæla tíðina næstan heilt út, áðrenn Lasse Svan skoraði til 35-33. Ein ótrúligur lætti hjá danska liðnum, ið aftur í dag fekk eina stóra avbjóðing men sum stóð royndina. Mikkel Hansen var frálíkur við tólv málum og nógvum uppleggum, Morten Olsen skipaði spælinum væl, Niklas Landin hevði nakrar stórbjargingar í teimum røttu løtunum, og ungu menninir uttan tær stóru royndirnar í endaspølum, Mathias Gidsel, Magnus Saugstrup og Lasse Andersson, gjørdu stóran mun.
(Myndir: EPA)
Harvið verður talan um enn eina HM-finalu til Nikolaj Jakobsen og hansara menn. Hon verður sunnudagin klokkan 16.30, og tað verður fyrstu ferð, at Danmark og Svøríki spæla um gullið í einum HM-endaspæli. Frakland og Spania noyðast at taka til takkar við einum dysti um triðja plássi.
Hálvfinalurnar
Fríggjadagin 28.01
Frakland - Svøríki 26-32 (13-16)
Danmark - Spania 35 -33 (18-16)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald