Hondbóltur

Danmark skal í eldin í kvøld

Tó hongur koronasmittan yvir liðnum - í morgun varð kunngjørt, at Emil Jakobsen hevur fingið staðfest smittu. Vongurin spælir tí ikki í kvøld móti Bahrain, og allir hópurin bíðar nú eftir úrslitunum frá kanningunum fyrr í dag.

Jóhan á Plógv Hansen skal í gongd við annað HM-endaspæl. Í danska hópinum er koronasmitta staðfest (Mynd: EPA)

Jóhan á Plógv Hansen skal í gongd við annað HM-endaspæl. Í danska hópinum er koronasmitta staðfest (Mynd: EPA)

2021-01-15 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danmark - Bahrain í bólki D í Kairo. Tað skuldi verða fyrsti dysturin í einum endaspæli hjá 22-ára gamla vinstra vonginum Emil Jakobsen. Fjónbúgvin verður spáddur at hava eina stóra framtíð og skiftir úr summar til týska stórfelagið Flensburg-Handewitt úr GOG. Í november var Emil Jakobsen ein av teimum mongu GOG-leikarunum, ið fekk staðfest koronasmittuna, og kanningin sum hann tók´i Egytalandi í gjár vísti eitt positivt svar.

Morten Henriksen frá danska hondbóltssambandinum, ið er við í Egyptalandi, segði fyrr í dag við TV2 Sport, at læknar á staðnum meta, at talan er um "restir" frá virusinum, ið leikarin hevur havt í kroppinum. Smitta, sum er átta vikur gomul ella nýggjari, kann onkutíð síggjast í kanningum. Danskir heilsumyndugleikar siga tó, at hetta ikki er so sannlíkt, og at tað kann gerast torført hjá Danmark at gjøgnumføra kappingina.

Tað hava verið nógvar atfinngar mótvegis fyrireikarunum í Egyptalandi og IHF fyri at umstøðurnar í Kairo ikki hava verið nóg tryggar hjá liðunum, í mun til korona. Tað vil siga, at "boblan", ið liðini, miðlar og onnur eru í, ikki eru nóg góðar - ov fáar og tilvildarligar kanningar, ov nógv fólk saman á gistningarhúsunum, fólk ganga ikki í masku o.s.fr. IHF hevur nú strammað upp, og liðini skulu nú kannast hvønn dag

Danir bíða í løtuni eftir svari frá kanningunum frá fyrr í dag. Í løtuni er ein tilburðir í hópinum, men um fleiri eru, so byrjar tað at síggja trupult út hjá Danmark - Grønhøvdaoyggjarnar sleppa tó at spæla í kvøld hóast ellivu smittutilburðir seinastu vikuna. Morten Olsen er liðfelagið hjá Emil Jakobsen í GOG og býr á sama kamari í Kairo. Um hann fær eina negativa kanning í dag, so sleppur spælskiparin at spæla í kvøld. 

Danmark er sjálvandi stórfavorittur móti liðnum úr Miðeystri, men sigurin móti Bahrain í HM-endaspælinum í 2017 var við bert fýra málum, og mett verður av dønum at tað verður ein stór avbjóðing at spæla móti álopskendu og kviku verjuni hjá Bahrain. Jóhan á Plógv Hansen og hinir spæla í kvøld klokkan 19.30.


Skráin í dag - Fríggjadagin 15.01


Bólkur A
17.00: Týskland - Uruguay

19.30: Ungarn - Grønhøvdaoyggjarnar (Kap Verde)

Bólkur B
Fríggjadagin 15.01
17.00: Tunesia - Pólland
19.30: Spania - Brasil

Bólkur C
Fríggjadagin 15.01
Katar - Angola 30-25 (14-13)
17.00: Kroatia - Japan


Bólkur D
Fríggjadagin 15.01
17.00: Argentina - Kongo
19.30: Danmark - Bahrain
 
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder