Danmark heldur fram við at trumla mótsstøðuliðini niður í stríðnum fyri at vinna fjórða heimsmeistaraheitið á rað.
Í kvøld gekk tað útyvir Brasil. Suðuramerikanska landið var fyri fyrstu ferð nakrantíð í einari HM-fjórðingsfinalu. Lutakast, kappaingarskipan og tað at dagsins mótstøðulið gjørdist júst Brasil, er ikki beinleiðis óheppið fyri Danmark, sum tó eisini avgreiðir sínar uppgávur væl.
Tað var 10-3 til danir eftir eitt korter í Unity leikhøllini. Restina av fyrra hálvleiki var Brasil tó betri og minkaði um munin við samanlagt fýra málum. Orsøkin var meira ágangandi og álopskent brasilsk verja, heldur nógv donsk mistøk við bóltinum og fleiri góð skot hjá teimum í gulum og bláum.
Hóast 15-12 í steðginum gjørdist tað als ikki spenningur um útfallið. Nikolaj Jacobsen fann taktiktalvuna fram - tað ger danski venjarin heilt sjálvdan - og fór til 7 móti 6. Brasil helt fram við at spæla álopskent móti Mathias Gidsel, men hann, Rasmus Lauge og Simon Pytlick loystu hetta meistaraliga
Danmark fór skjótt frá - sanniliga eisini takka stórspælandi Emil Nielsen í málinum og sterkari verju.
Tað endaði 33-21, og hevur Danmark vunnið tið tíggju ella fleiri málum seks av sjey møguligum dystum. Nú bíðar sjeynda hálvfinalan á rað hjá Danmark í einari stórari kapping (HM, OL og EM). Landsdystur nummar 150 hjá Nikolaj Jacobsen og sigur nummar 124. Venjarin hevur framvegis ikki tapt ein HM-dyst.
Fríggjakvøldið bíðar Portugal ella Týskland í hálvfinalu í Oslo-økinum. Hesi bæði spæla fjórðingsfinalu klokkan 19.30.
HM-fjórðingsfinalurnar 2025
Í dag, mikudagin 29. januar:
Danmark - Brasil 33-21 (15-12)
Havnarmaðurin Jóhan á Plógv Hansen spældi eina løtu í 2. hálvleiki og skoraði væl uppá tí skotroyndina, sum høgri vongurin hjá Danmark fekk.
19.30: Portugal - Týskland (DR1/DR YV)
Í gjár, týsdagin 28. januar
Kroatia - Ungarn 31-30 (16-16)
Frakland - Egyptaland 34-33 (18-14)
Sí eisini: Ótrúligu seinastu løturnar í Zagreb
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald