Nakrir áhugaverdir dystir vórðu leiktir í Deild A í Nations League í gjárkvøldið.
Tann fyrsti hevði avspark klokkan 17, og hann var á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Har var Ísland sera nær við at skapa eitt sera gott úrslit móti Onglandi. Støðan var 0-0 til 90. minutt. Tá var útiliðið í undirtali - Kyle Walker hevði fingið sítt seinna gula kort í 70. minutti - men eitt skot í brotsteignum kom í ein íslendskan arm, og Raheem Sterling var ísakaldur úr ellivu metrum. Íslendingar góvu bóltin upp, sendi hann fram í enska brotsteigin, og har gjørdi Joe Gomez brotsspark við at halda. Royndi miðvalllarin Birkir Bjarnason, við fortíð í enskum fótbólti, royndi seg, men skotið fór uppum. Áðrenn brotssparkið sást James Ward-Prowse, ið spældi sín fyrsta landsdyst frá byrjan, traðka á brotsparksblettin fyri at gera tað truplari hjá Bjarnassyni.
Bjarnason irðar seg eftir brenda brotssparkið - aftanfyri sæst Sterling fegnast (Mynd: mbl.is)
Í tómu Parkini gjørdi Belgia enda á ósigraðu røðini hjá Danmark. Í 34 teimum undanfarnu dystunum, síðani oktober 2016 í Póllandi, høvdu danir ikki tapt eftir 90 minuttir - dysturin hjá vikarlandsliðnum í Slovakia í 2018 telur ikki við her. Fyrsta tapið í næstan fýra ár gjørdist veruleiki, eftir at Jason Denayer og Dries Mertens skoraðu í hvør sínum hálvleiki. Belgia var uttan Kevin De Bruyne og Eden Hazard, men liðið hjá Kasper Hjulmand hevði ilt við at skapa nakað.
Hetta var fyrsti dystur hjá Hjulmand, ið hevur tikið við eftir Åge Hareide. Norðmaðurin fekk góð úrslit, men sambært nógvum dønum hevur hann staðið fyri ov keðiligum fótbólti, og DBU ynskti eina aðra kós. Danmark er í bólki saman við Íslandi og Onglandi, og júst Ongland skal spæla í Keypmannhavn týskvøldið. Um ein mánað spæla Føroyar og Danmark venjingardyst í Herning.
Liðið hjá Hjulmand tapti 2-0 í fyrstu royndini
Í Stokkhólmi kom bert eitt mál, tá heimsmeistararnir vitjaðu. Tað var Kylian Mbappe, ið skoraði stutt fyri hálvleik, tá PSG-leikarin nakað heppið fekk smoygt sær ímillum tveir verjuleikarar beint við baklinjuna í vinstru og fekk bóltin í málið úr spískum. Frakland fekk í yvirtíðini gyltan møguleika at økja, tá Victor Lindelöf koyrdi Manchester United-liðfelgan Anthony Marital umkoll í brotsteignum, men Antoine Griezmann sendi bóltin niðan á tómu áskoðaraplássini á Friends Arena
Kylian Mbappe (Mynd: EPA)
Í Porto vísti heimaliðið klassa móti Kroatia uttan Cristiano Ronaldo, ið ikki kundi spæla, tí hann var stungin í stórutá av einari býflugu (bi). Portugal skapti eina rúgvu av góðum møguleikum og fekk eisini fýra mál. Diego Jota úr Wolves fekk tvey av teimum, Joao Cancelo úr Manchester City fekk eitt, og Joao Felix (Atletico Madrid) skoraði sítt fyrsta landsliðsmál. Útiliðið var skert: Uttan Modric, Rakitic Brozovic. Innskifti Bruno Petkovic skoraði málið hjá kroatum. Portugal er evropemeistari og vann Nations League í 2018-2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald