Hondbóltur

Danmark vann stórsigur á Kroatia

Harvið komu kroatar ikki í fjórðingsfinaluna, har sviar ístaðin skulu møta Katar. Fjórðingsfinalurnar verða leiktar mikukvøldið.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2021-01-25 22:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Millumumfarið í HM-endaspælinum í manshondbólti í Egyptalandi er nú av, og mikudagin og fríggjadagin verða knock-out dystir.

At Danmark fór at koma í fjórðingsfinaluna var greitt undan dystinum hjá heimsmeistarunum móti Kroatia, og Mikkel Hansen og Lasse Svan sótu heilt uttanfyri, samstundis sum fyrstavalið á strikuni, Simon Hald, var ein av teimum sum varð spardur heilt ella partvíst. Hjá kroatum var støðan ein heilt onnur. Liðið skuldi vinna fyri at koma víðari, og tann møguleikin varð opin, tá Katar eina løtu áðrenn vann 26-25 á Argentina, ið óvæntað koppaði kroatum leygarkvøldið. Eftir hendan dystin segði Lino Cervar, venjarin hjá Kroatia, upp í beinleiðis sjónvarpi.

Liðið hjá honum byrjaði væl í kvøld, men danir tóku leiðsluna um miðjan fyrra hálvleik við nøkrum málum á rað. Jóhan á Plógv Hansen var við aftur hendan dystin - føroyingurin hevði búkilsku í vikuskiftinum - og skoraði trý mál. Í 1. hálvleiki var tað tó Mads Mensah Larsen, ið serliga skaraði framúr, og Emil Jacobsen stóð seg  aftur heilt væl.

Munurin í stegðinum var tvey mál, men í 2. hálvleiki vóru danir fullkomiliga omaná og eina løtu á odda við 14 málum. Kroatar, sum manglaðu skadda Luka Cindric, fingu als ikki sítt spæl at koyra og tyktust at hava givið upp. Liðið hjá Nikolaj Jakobsen spældi flótandi, skjótt og so at siga uttan mistøk og fleiri ið ikki hava spælt nógv gjørdu vart við seg.

Tá samanumkom vann Danmark 38-26. Kroatia er úti og skal heim, meðan danir skulu fyrireika seg at spæla móti vertunum mikudagin. Úrslitið merkir, at tað er Katar, ið svari skulu stríðast við mikudagin. Tá skal Noreg spæla ímóti Spania, sum í dag vann dystin um fyrsta plássið í bólki 1 á Ungarn og sum fyri einum ári síðani vann EM-finaluna á Kroatia. Frakland og Ungarn bresta saman. Í morgin er frídagur

Fjórðingsfinalurnar
Mikudagin 27.01

16.30: Danmark - Egyptaland
19.30: Svøríki - Katar
           Spania- Noreg
           Frakland - Ungarn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder