"Eg gjørdist nøkur ár eldri í dag". Soleiðis segði ein troyttur, men fegin danskur landsliðsvenjari við TV2, beint eftir at kvartfinalan móti Egyptalandi loksins var av. 80 minuttir við hondbólti var ikki nóg mikið til at finna ein vinnara í Kairo, og harvið varð neyðugt við brotskastskapping fyri at avgera dystin, ið helst hava skapt órógv fyri hjartarútmuna hjá fleiri. Júst fimm brotskøst hvør fyri at avgera dystin er ógvuliga óvanligt í hondbólti, og tað var ein ógvuliga óvanligur dystur, ið heimsmeistararnir at enda vunnu, og so var stórur lætti í donsku leguni.
Egyptar byrjaðu greitt betri og komu á odda 3-0. Danir komu tó fyri seg, og eftir gott spæl á øllum stigum vóru teir á odda við trimum í stegðinum. Hesa leiðsluna ótu vertirnir skjótt upp í byrjanini av 2. hálvleiki, og frá 35. minutti fylgdust liðini heilt tætt. Álopsspælið gjørdist stirvið, bæði spældu við sjey ímóti seks, og sum spenningurin vaks, tyktust nervarnir at vaksa og fleiri tekniskar villur komu. Danmark hevði møguleikan at avgerða dystin í 60. minutti eftir eitt egyptiskt mistak í samband við eina útskifting, men hóast yvirtal og nóg mikið av sekundum so vardu egyptar fyri.
Niklas Landin Jacobsen varð valdur til heimsins besta hondbóltsleikara fyri 2020 - í gjárkvøldið vísti hann veruliga sítt virði fyri Danmark í HM-endaspælinum (Mynd: EPA)
Mikkel Hansen spældi ikki seinastu tíggju minuttirnar og kundi heldur ikki kasta brotskast orsakað av púra óneyðugum reyðum korti. Hann noyddist at fylgja spentur á einum stóli nakað frá hinum. Maðurin, ið hevur verið plágaður av búkilsku seinastu dagarnar, skoraði tíggju mál hóast ein væl undir miðal dyst (Mynd: EPA)
Elsti danski leikarin hevði avgerandi kastið. Lasse Svan spældi allar 80 minuttirnar - Jóhan á Plógv var ikki á dómaraseðlanum (Mynd: EPA)
Tvær ferðir fimm minuttir afturat vóru heldur ikki nóg mikið. Danmark var í løtum á odda við tveimum, men Egyptaland vildi ikki doyggja - heldur ikki tá dómarirnir høvdu armin uppi og bert tvær ella ein alvering vóru eftir. Tá beint undir hálvur minuttur var eftir, minkaði Egyptaland til 34-35. Danir skuldi bert halda fast í bóltinum, men júst sum dómarin floytaði fyri drál - tá eitt sekund var eftir av longdu leiktíðini - kastaði Mikkel Hansen so at siga bóltin burtur. Kroatisku dómararnir mettu hetta at vera ósportligt, og slíkt brot gevur reytt kort og brotsskast. Tað gjørdi Egyptaland sær dælt av, og so skuldi tíggju minuttir til afturat.
Har skoraðu liðini bert eitt mál hvør. Málið hjá Danmark kom ikki fyrrenn í seinasta sekundi. Áðrenn hetta hevði spælið eydnast illa uttan nummar 24, ið annars ikki spældi upp til sítt støði í dag, men Niklas Landin helt Danmark ikki við fleiri frálíkum bjargingum. Tað var lítlibeiggi Landin, sum við brotskasti syrgdu fyri at Danmark fekk ein møguleika afturat. Mathias Gidsel varð takklaður óneyðuga hart, tá hann skuldi royna at javna: Reytt kort og brotsskast. Landin var ein av teimum fýra dønunum, ið skoraði í brotskastskappingini, har bert Øris brendi. Lasse Svan kundi ísakalt avgerða óvanliga spennandi fjórðingsfinaluna - eftir at Niklas Landin hevði bjargað tveimum - og so var ovurhonds stór frøði á heimsmeistarunum, ið framvegiskunnu endurvinna heitið.
Spania, Svøríki og Frakland eisini víðari
Tað vera tvifaldu evropameistararnir, sum skulu royna at forða dønum. Spania vann á Noreg, uttan at tað gjørdist heilt spennandi. Tað var heldur óvæntað, men tó ikki tí Noreg spældi meginpartin av dystinum uttan Sander Sagosen, sum gjørdist skaddur, tá hann skoraði til 12-8 við sínum fjórða málið. Heimsins helst besti útileikari hevði harvið skorað helmingin av málunum, men noyddist tíverri út, og royndu spaniólarnir koyrdu sigurin heim.
Sagosen noyddist at hyggja at við pínu, eftir at hann lendi skeivt í samband við eitt mál, meðan Noreg varð sligið út av HM (Mynd: EPA)
Fegnir sviar eftir stórsigur (Mynd: EPA)
Tað gjørdi Svøríki so sanniliga eisini í 2. hálvleiki í gjárkvøldið. Sviar eru óvæntað í hálvfinaluni, tí áðrenn kappingina vórðu teir avskrivaðir orsakað av nógvum skaðum. Í fjórðingsfinaluni var tó eingin ivi: Svøríki vann við heili tólv málum á Katar. Meira spennandi gjørdist tað hjá Fraklandi, ið byrjaði ógvuliga illa móti Ungarn, men sum síðani vóru á veg ímóti einum rímiliga tryggum sigri. Ungarn stríddi seg tí upp á 30-30, men í longdu leiktíðini fraklendingar sterkari.
Í morgin er frídagur í Egyptalandi. Fríggjadagin eru brakini um finaluplássini á skránni.
Fjórðingsfinalurnar
Mikudagin 27.01
Danmark - Egyptaland 39-38 eftir tvífalda longda leiktíð og brotskøst (28-28 eftir vanliga leiktíð)
Svøríki - Katar 35-23 (14-10)
Spania- Noreg 31-26 (21-15)
Frakland - Ungarn 35-32 eftir longda leiktíð (30-30 eftir vanliga leiktíð)
Hálvfinalurnar
Fríggjadagin 28.01
16.30: Frakland - Svøríki
19.30: Danmark - Spania
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald